B.Ed. í undirvísing (1. til 10. flokk) - Fólkaskúlalærari

Bachelor in Education - Teacher

  • Lestrartíðin er 4 ár og telur 240 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor in Education, stytt B.Ed., í undirvísing (1.- 10- flokk)
  • Útbúgvingin er staðsett á Námsvísindadeildini, Frælsið 20, Tórshavn
  • Námsvísindadeildin verður eisini rópt NÁD
  • Umleið 35 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Ískoytisútbúgving: 7.000 DKK / modul
    • Stakgreinir: 200 DKK / ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólkaskúlalærarar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva undirvísingargongdir á øllum floksstigum.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin byrjar við grundfakum innan námsfrøðiliga sálarfrøði og didaktikk, føroyskum og støddfrøði.. 2., 3. og 4. lestrarár eru bygd upp við linjulestri umframt framhaldandi skeiðum innan námsfrøði og didaktikk, har tað ber til at taka eitt semestur uttanlands. Í endanum  av 4.lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktik í fólkaskúlum.

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í námsfrøðiligari sálarfrøði, didaktikki, føroyskum og støddfrøði
  • 2., 3. og 4. lestrarár er linjulestur, har  lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki umframt framhaldsskeið í námsfrøði, sálarfrøði og didaktikki
  • 4. lestrarár er linjulestur. B.Ed- verkætlanin verður skrivað í endanum á 4. lestrarári. Í nøkrum av linjugreinunum er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.

Bygnaður

1.
árshálva
2.
árshálva
3.
árshálva
4.
árshálva
5.
árshálva
6.
árshálva
7.
árshálva
8.
árshálva

Undirvísing og læring I

(20 ECTS)

.

Linjulestur

 (40 ECTS)

Linjulestur

Linjulestur

(40 ects)

Linjulestur

Linjulestur

Linjulestur

Føroyskt (grundskeið)

(20 ECTS)

Føroyskt (grundskeið)

 

.

Undirvísing pg læring II

(20 ECTS )
.

Undirvísing pg læring III xxx

(20 ECTS)
.

Undirvísing pg læring IV

(5 ECTS)

Støddfrøði (grundskeið)

(20 ECTS)

Støddfrøði (grundskeið)

 

.....

B.Ed – verkætlan

(15 ECTS)

Vællærugreinir:

    • Allar lærugreiinir fólkaskúlans

       

    Innihald

    Grundskeiðini fevna um fakøkini námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøði og almenn didaktikk, føroyskt og støddfrøði

    Linjulesturin fevnir um lærugreinirnar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum, t.d. føroyskt, danskt, enskt, týskt, kristni, søgu, samfelagsfrøði, lívfrøði, landalæru, alis- og evnafrøði, støddfrøði, myndlist, handarbeiði, smíð, heimkunnleika, ítrótt, tónleik, náttúru og tøkni og kunningartøkni.

    Eisini eru felags linjur ímillum námsfrøðinga- og læraralesandi: innskúling og at vera skúla­búgvin, sernámsfrøði og námsfrøðilig leiðsla og fyrisiting.

    Til ber at lesa partar av lestrinum uttanlands. Hetta kann gerast í triðja ella fjórða lestrarári, tá ið linjulesturin er á skránni.

    Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum praktikk í fólkaskúlum.

    Próvtøkur

    Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.  Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

    Upptøkutreytir

    Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

    Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

    Framtíðarmøguleikar

    Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru innan menning og læring, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar, spennandi avbjóðingar. Í lærarayrkinum arbeiðir tú við børnum og ungum í nógvum ymiskum aldri og innan nógv ymisk spennandi fakøki.

    Framhaldandi útbúgving

    B.Ed.-prógvið gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið.

    Umsóknarblað og umsóknarfreistir

    Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

    Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

    Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

    Nærri kunning

    Nærri kunning fæst við at venda tær til Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini: paulinap(at)setur.fo, ella við at venda tær til Janus Jensen, útbúgvingarleiðara, janusj(at)setur.fo