B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í undirvísing (1.-10. flokk)

Skeiðslisti

7014.17

Mál- og lesimenning

Mál- og lesimenning úr sálarfrøðiligum sjónarhorni. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikil ástøði um mál- og lesimenning og fyribyrging av lesitrupulleikum so tíðliga sum gjørligt.

7051.17

Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur

Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og dygdargóðar undirvísingartilgongdir

7060.16

Støddfrøði grundskeið, fyrri partur

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í 1. - 6. flokki í støddfrøði.

7061.16

Støddfrøði grundskeið, annar partur, starvslæra

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði í 1 – 6. flokki.

7125.16

Grundskeið í føroyskum, triði partur

Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa gott innlit í føroyskar stavsetingarreglur • duga at stava síni skrivligu avrik rætt • fata bygnaðin í føroyskum orðalagi, hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvørt eftir øðrum

7126.17

Føroyskt grundskeið, fyrsti partur

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.

7127.17

Føroyskt grundskeið, annar partur

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í máli í 1. til 6. flokk í føroyskum.

7128.17

Føroyskt grundskeið, triði partur

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.

7465.17

Økokritikkur og lívfrøði til miðdeild

Á hesum skeiði skulu tey lesandi ogna sær fakliga vitan um lívfrøði og megna at gagnnýta hesa til undirvísing, bæði í náttúru og tøkni og sum tvørfakligt undirvísingarevni við denti á føroyskt.