KUNNINGARSKRIV

Um lesandi ikki megnar at lata Yrv - verkætlanina í 2018 inn til ásettu tíðina, er mannagongdin henda:

  • Tann lesandi skal boða vegleiðarum sínum og Paulinu Poulsen, lestrarvegleiðara, frá hesi avgerð í seinasta lagi fríggjadagin 25/5 kl. 12.00. Paulina Poulsen hevur teldupostadr.: paulinap(at)setur.fo
  • Avtala verður gjørd við vegleiðara um nær tann lesandi skal lata YRV-verkætlanina úr hendi.
     Trý eintøk skulu handast skrivstovuni í pappírsformi, og eitt talgilt eintak, alt savnað í eitt pdf.-skjal, skal somuleiðis latast inn á serstakari stevnu á Moodle.
  • Stað og klokkutíð verða kunngjørd seinni.
  • Tann lesandi hevur rætt at varðveita sama evni og sama spurdóm, sum hann/hon hevur arbeitt við í vár.
  • Tann lesandi hevur ikki rætt til munnliga vegleiðing í sambandi við freistaðu uppgávuna.