B. Sc. í búskaparfrøði

Bachelor of Science in Economics and Management

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Søgu- og samfelagsdeildini, Fr. Petersens gøta 9, Tórshavn
  • Søgu- og samfelagsdeildin verður eisini rópt SSD
  • Umleið 25 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið.
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

  • 1. og 2. lestrarár eru skipað við grundskeiðum í samfelagsbúskaparligum og virkisbúskaparligum evnum umframt skeiðum í støddfrøði og hagfrøði.
  • 3. lestrarár erskipað við vallærugreinum, kravdum skeiði í vísindaástøði umframt bacheloruppgávu.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Aðaltættir í
makro

7,5 ECTS

Hagfrøði

7,5 ECTS

Mikro 1

7,5 ECTS

Mikro 2

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vísinda-
ástøði 

10 ECTS

Aðaltættir í
makro

7,5 ECTS

Altjóða
marknaðar-
føring

7,5 ECTS

Makro 1:
Búskapar-
vøkstur

7,5 ECTS

Makro 2:
Konjuktur-
teori 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vallærugrein

5 ECTS

Virkisstýring
(við
finansiering)

7,5 ECTS

Roknskapar-
frøði

7,5 ECTS

Strategi 

7,5 ECTS

Corporate
Finance 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Bachelor-
uppgáva 

15 ECTS

Støddfrøði 1

7,5 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

Økonometri 

7,5 ECTS

Organisatión
og leiðsla

7,5 ECTS

 

 

Dømi um vællærugreinir

  • Altjóða handil
  • Tilfeingisbúskapur
  • Økonometri 2
  • Umhvørvisbúskapur
  • Vinnulívsrættur
  • Innovatión
  • Corporate Communication
  • Organisational behavior

Innihald

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í samfelagsbúskaparfrøði, virkisbúskaparfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Organisatión og leiðslu
  • Altjóða handil
  • Fíggjarmarknaðir
  • Konjunktursveiggj

Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin samfelagsbúskaparlig evni, sum til dømis búskaparvøkstur og tilfeingisvinnur, ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis marknaðarføring og innovatión.

Próvtøkur

Próvtøkur eru í januar og í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

Sum Bachelor of Science in Economics and Management ert tú væl ílatin til víðari lestur á kandidat- ella masterstigi bæði í Føroyum og uttanlands.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: SSD-studvegl[at]setur.fo, ella við at venda tær til Jóannes Jacobsen, útbúgvingarleiðara, joannesj[at]setur.fo