B.Sc. í búskaparfrøði

Skeiðslisti

2280.16

Aðaltættir í búskaparfrøði, makro

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.

2281.16

Virkisstýring

Endamálið við skeiðnum er at geva teim lesandi: • Innleiðslu í virkisbúskaparlig hugtøk og mannagongdir í sambandi við avgerðargongdir innan ymisk virkisumhvørvi • Fatan av praktiskari nýtslu av búskaparligum greiningum við atliti til virkisstjórnarligar avgerðargongdir

2282.16

Støddfrøði 1

Endamálið við hesum skeiði er at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.

2283.16

Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro

Endamálið við ‘Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro’ er at geva tí lesandi eitt fyrsta innlit í búskaparfrøðiligan hugsanarhátt við so lítlari nýtslu av støddfrøði sum gjørligt.

2284.17

Marknaðarføring

At lesandi fáa góðan kunnleika um marknaðarføring, sum gevur førleika at skilja, lýsa, kanna, greina og meta um støðuna hjá fyritøku og at loysa marknaðarførings avbjóðingar.

2285.17

Mikro 1

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.

2286.17

Roknskaparfrøði og greining

At tann lesandi kennir og skilir • Roknskaparbygnað og roknskaparframløgu. • Ársroknskaparlógina, frøðimál, reglur og modellir • Búskaparligar og roknskaparligar meginreglur, sum Ársroknskapar-lógin byggir á. • Vitanarroknskapir, grønar roknskapir og virkisætlanir.

2287.17

Støddfrøði 2

Endamálið við hesum skeiði er, at næmingurin fær grundleggjandi vitan um víðarigangandi støddfrøði til nýtslu í búskaparfrøði, hagfrøði og økonometri.

2288.17

Sannlíkindarokning og Hagfrøði

Endamálið er, at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um og førleikar í sannlíkindarokning og hagfrøði til brúks í økonometri og framhaldslestri í búskaparfrøði.

2289.17

Mikro 2

Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.

2290.17

Makro 1

Endamálið við skeiðinum er at geva næmingunum førleikar til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um stakpartar av drúgføru samfelagsmenningini, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.

2291.17

Strategi

Endamálið við skeiðnum er at læra tann lesandi at skilja tey strategisku atlitini og møguleikarnar hjá einari fyritøku, og at skilja hesi í tí ítøkiliga umhvørvinum, sum fyritøkan virkar í.

2292.18

Organisatiónsgreinging

2293.18

Corporate Finance

2294.18

Makrobúskaparfrøði 2

Endamálið við skeiðinum er at geva teim lesandi førleikar, til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um búskaparbygnaðin, og serliga viðbrekni hansara mótvegis sveiggjum av búskaparliga relevantum slag í umhvørvinum, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.

2531.18

Økonometri

Endamálið er, at tann lesandi ognar sær vitan um empirisku tilgongdina til búskaparfrøði, bæði ástøðiliga og gjøgnum egnar royndir við empiriskum kanningum. Harumframt er endamálið, at tann lesandi fær førleikar til at meta um og taka hædd fyri teimum óvissum, sum kunnu gera seg galdandi í empiriskum greiningum