B. Sc. í havlívfrøði

Bachelor of Science in Marine Biology

  • Gev gætur: Henda útbúgving verður ikki í boði aftur fyrr enn í 2018
  • Lestrartíðin er 3 ár  og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn
  • Náttúruvísindadeildin verður eisini rópt NVD
  • Umleið 8 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina annaðhvørt ár
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum havlívfrøðingur ella fara undir víðari lestur uttanlands.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið í Føroyum.

Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini mestu undirvísingina saman.

Aftaná fyrsta hálvaannað árið fara útbúgvingarnar fyri seg fyri at savna seg um sítt serøki. Síðsta lestrarhálva er meginparturin (22.5 ECTS svarandi til 75% av lestrinum) sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva
 

6. 
lestrarhálva
 

Byrjanarskeið í
fróðskaparhegni,
vísindaástøði og
etikki

7,5 ECTS

Lívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Jørð, hav
& luft

7,5 ECTS

Havlívfrøði I

7,5 ECTS

Staðarskeið í
land- og
vatnvistfrøði

7,5 ECTS

Havlívfrøði II

7,5 ECTS

Støddfrøði &
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði II

7,5 ECTS

Kyknu- og
mýlsk lívfrøði I

7,5 ECTS

Arvalæra 

7,5 ECTS

Fiskifrøði 

7,5 ECTS

Bachelor-
verkætlan

22,5 ECTS

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði III

7,5 ECTS

Vistfrøði
á landi

7,5 ECTS

Rannsóknarætlan
og datagreining 

7,5 ECTS

Lívfrøðilig
havvísindi  

7,5 ECTS

 

Byrjanarskeið í
lívfrøði I

7,5 ECTS

Lívevnafrøði

7,5 ECTS

Smáveru-
lívfrøði

7,5 ECTS

Eiturvistfrøði og
dálking

7,5 ECTS


Aling

7,5 ECTS

 

Innihald

Á havlívfrøðilestrarleiðini fært tú hollan kunnleika um havið og lívið í havinum eins og veðurfrøðilig árin, ið ávirka Føroyar og restina av jarðarknøttinum.Víst verður á haldgóðar loysnir.

Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu og Evnafrøðiligu eginleikarnar í havinum, og tú fært eisini innlit í fiskaaling.

Holl havfrøðilig vitan er av týdningi fyri umsiting av okkara dýrabara tilfeingi, sum er undir støðugari hóttan av ovurveiðu, umhvørvisdálking, tráheysting og veðurlagsbroytingum.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina havfrøðiligar spurningar og greiðsluevni. Gávurnar at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi verða stuðlaðar og styrktar.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.  Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

  • alisfrøði á B-stigi
  • støddfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.  Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Nøkur dømi eru: á granskingarstovnum, í almennum leiðslum, hjá friðingarmyndugleikum, í ráðgevingarfyritøkum, sum vísindajournalistur, í undirvísing, sum kunningarserkøn/ur.

Framhaldandi útbúgving

Sum Bachelor of Science in Marine Biology ert tú væl ílatin til víðari lestur á masterstigi uttanlands.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl[at]setur.fo, ella við at venda tær til Hóraldur Joensen, útbúgvingarleiðara, hóraldurj[at]setur.fo