B.Sc. í KT-verkfrøði

Bachelor of Science in Software Engineering

  • Gev gætur: Henda útbúgving verður ikki í boði aftur fyrr enn í 2018
  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor of Science, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett í Sjóvinnuhúsinum, Tórshavn, frá 2018.
  • Náttúruvísindadeildin verður eisini rópt NVD
  • Um 30-40 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.

Skipan av útbúgvingini

Í 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði lærir ein um teldufrøði og forritan, stødd og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og webskipanir, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.

Bygnaður

1. árshálva 2. árshálva 3. árshálva 4. árshálva 5. árshálva 6. árshálva

Innleiðing í
teldufrøði

7,5 ECTS

* Objekt grundað forritan við C++

7,5 ECTS

Stýriskipanir

7,5 ECTS

* Design
Mynstur við C++

7,5 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS

Forritanar verkfrøði

7,5 ECTS

Teldunetverk og data samskifti

7,5 ECTS

Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar

7,5 ECTS

Fíggjarstýrin

7,5 ECTS

Innleiðing í
Web skipanir

7,5 ECTS

Web skipanir við
ASP.NET MVC/C#

7,5 ECTS

Bachelor verkætlan

22,5 ECTS

* Innleiðandi
forritan við C++

7,5 ECTS

* Objektrættað
forritan við C++

7,5 ECTS

Algoritmur og datastrukturar

7,5 ECTS

* Forritan til Android

7,5 ECTS

Verkætlanarleiðsla

7,5 ECTS

Diskret
støddfrøði

7,5 ECTS

Databasur
og SQL

7,5 ECTS

* Java fyri
C++ forritarar

7,5 ECTS

* KT-trygd

7,5 ECTS

Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio

7,5 ECTS

Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.

Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju og innihaldi í skeiðum.

* Skeið merkt við * eru fjarlesturskeið frá Mittuniversitetinum.

Innihald

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum – íroknað software-menning og KT-verkætlanarleiðsla av tekniskum, fyrisitingarligum og handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. app-forritan.

Góðir førleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli eru neyðugir. 25% (45 ECTS) av útbúgvingini er t.d. skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki við enskum og svenskum máli. Flestu fjarlesturskeið hava stuðulsundirvísing í Føroyum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi.

Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-stiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-stiganum.

Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Sum KT-verkfrøðingur hevur tú fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar innan:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu;
  • KT-rakstur og –trygd;
  • heimasíðuskipanir, spøl, lýsingar og appur;
  • undirvísing í KT, menning og rakstur av undirvísingaramboðum;
  • gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering.

KT-verkfrøðingar arbeiða við teldumodellum og stórum  dátunøgdum t.d. innan fjarskifti, banka og tryggingarvirksemi, ílegugransking, veðurlagsgransking og orkusparing.

Framhaldandi útbúgving

M.Sc.-avtalur eru við DTU (dtu.dk, Computer Sc.&Eng., Digital Media Eng., Telecomm.) og MIUN (miun.se, Computer Eng.).

Dømir um upptøkur eru eisini frá ITU (itu.dk) og KU (diku.dk).

KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir víðari útbúgvingum við onnur universitet.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo ella til útbúgvingarleiðaran, Hannes Gislason: hannesg(at)setur.fo