B.Sc. í KT-verkfrøði

Skeiðslisti

3118.17

Dálking frá elframleiðslu

At gera studentin føran fyri at meta kritiskt um umhvørvisárin frá orkuframleiðslu.

5010.16

Innleiðing í teldufrøði

Endamálið við skeiðnum er at geva eina breiða innleiðing í nútímans teldufrøði (computer science) og evnir sum forritanarmál, stýriskipanir og teldubygnaður, algoritmur, forritanar verkfrøði (software engineering), netverk og databasur.

5011.17

Java fyri C++ forritarar

Skeiðið lýsir munir - ástøðiligar og praktiskar - ímillum C++ og Java, og miðar eftir eini smidligari yvirgongd til Java fyri C++ forritarar.

5013.14

Innleiðandi forritan við C++

Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í C++ og í forritan av einføldum forritum við C++.

5015.17

Objekt-grundað forritan við C++ Svenskt heiti: Objektbaserad programmering i C++, DT019G

Endamálið við skeiðinum er at geva eina innleiðing í objektgrundaði hugtøk og objekt-grundaða forritan við kravfesting, íverksetan og brúk av klassum í C++. Áherðsla er á klassahugtakið og á nýtslu av objektum. Lært verður eisini um brúk av dynamiskum minni, peikarum og rekursión; og um vanligar abstraktar datatypur sum kø, stackar og listar. UML- modelmálið verður lýst innleiðandi.

5016.16

Teldunetverk og data samskifti

At geva eitt gott innlit í tænastur og data samskifti innan lokal netverk, víðkaði netverk og internet.

5018.18

Innleiðing í Web skipanir

Endamálið við hesum skeiði er at fáa grundleggjandi førleikar til design og forritan av interaktivum web skipanum.

5019.16

Diskret støddfrøði

Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina innleiðslu í diskreta støddfrøði við atliti at nýtslu í teldufrøði, við tí fyri eyga at geva eitt gott ástøðiligt grundarlag fyri víðari arbeiði bæði í teldufrøði og støddfrøði.

5024.17

Algoritmur og datastrukturar

- Innleiðing í teknskipan, frøðimál, og arbeiðshættir ið verða brúkt í samband við algoritmur. - Innleiðing í standard algoritmu-design-mynstrini, ið verða brúkt í menningini av góðum algoritmu-loysnum. - Innleiðing í tey støddfrøðiligu amboðini, sum krevjast til at greina algoritmur við atliti til brúk av formligum myndlum í Tíð og Rúmi.

5027.17

KT-trygd

Við alsamt vaksandi talgildum samskifti er alneyðugt at tryggja teldur, teldunetverk og alnetið best møguligt ímóti álopum. Tað merkir at tryggja bæði persónlig samskiftistól og netverk hjá bæði feløgum, stovnum og einstaklingum. Hetta skeiðið er ein innleiðing í netverks- og KT-trygd, hvørs mál er at viðgera týðandi tøknilig hugtøk og fyribrigdi við atliti til vágaligur teldur og netverks-umhvørvi, sum vit hava við at gera í okkara gerandisdegi. At skapa betri fatan um, hvussu vit best møguligt tryggja samskifti umvegis alnótina.

5029.15

Fíggjarstýring

Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi fær grundleggjandi førleikar til, á einum praktiskum og teoretiskum grundarlagi, at skilja og gera nýtslu av týðandi búskaparligum stýringsamboðum fyri vinnuligt virksemi.

5029.17

Fíggjarstýring

Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi fær grundleggjandi førleikar til, á einum praktiskum og teoretiskum grundarlagi, at skilja og gera nýtslu av týðandi búskaparligum stýringsamboðum fyri vinnuligt virksemi.

5030.18

Design mynstur við C++.

At geva eina innleiðing í design mynstur, sum eru almennar loysnir til afturvendandi trupulleikar innanfyri menning av software. Brúk av design mynstrum viðger endurnýtslu av bæði design og kodu, og minkar tí um menningartíðina av nýggjum og betri skipanum.

5031.17

Objektrættað forritan við C++

Innleiðing í polymorfi við dynamiskari binding innan klassahirarki. Víðkað brúk av standardbókasavni (STL), (map, deque v.m) og algoritmum. At gera egnar funktións- og klassaskabelónir. Viðgerð av undantaks-hendingum, objektrættað greining og design. At gera forrit við samstarvandi objektum og skabelónum frá standardbókasavni.

5032.16

Forritan til Android.

Android er ein nýggjur opin plattformur fyri fartelefonir grundaður á Linux og við Google sum ein av drívandi mennarunum. Skeiðið gevur tær ástøðiligan kunnleika um platformin og teir lutir sum tilsamans mynda stýriskipanina í Android, umframt praktiskan kunnleika til at menna og íverkseta applikatiónir til Android.

5033.17

Lineer algebra fyri KT-verkfrøðingar

Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum grundleggjandi førleikar í lineerum algebra til at brúka bæði í sambandi við kunningar- og samskiftistøkni eins og sum grundarlag undir víðari lestri.