B.Sc. í Mýlalívsvísindum

Bachelor of Science in Molecular Life Sciences

  • Gev gætur: Allar lívfrøðiútbúgvingarnar verða bodnar út annaðhvørt ár - næstu ferð í 2018.
  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS.
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor of Science, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin fer fram á Náttúruvísindadeildini (NVD).
  • Umleið 8 lesandi verða tikin upp til útbúgvingina.
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
    • Skiftisnæmingar: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS.
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER – vinarliga les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.
  • Umsóknarfreistir síggjast HER.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva tey lesandi lívfrøðiligar tilgongdir á mýlskum stigi og á kyknu- og lívverustigi

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið í Føroyum.

Fyrsta hálvaannað árið er støðisár, har allar tríggjar lívfrøðibreytirnar á Náttúruvísindadeildini hava mestu undirvísingina saman.

Aftaná fyrsta hálvaannað árið fara breytirnar fyri seg fyri at savna seg um sítt serøki. Síðsta lestrarhálva er sett av til at skriva bachelor-ritgerð.

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í...
  • 2. lestrarár er...
  • 3. lestrarár er...

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Byrjanarskeið í
fróðskaparhegni,
vísindaástøði og
etikki

7,5 ECTS

Lívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Jørð, hav & luft

7,5 ECTS

Havlívfrøði I

7,5 ECTS

Staðarskeið í
land- og vatnvistfrøði

7,5 ECTS

Mýlsk
starvsstovutøkni

7,5 ECTS

Støddfrøði &
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði II

7,5 ECTS

Kyknu- og
mýlsk lívfrøði I

7,5 ECTS

Arvalæra 

7,5 ECTS

Kyknu- og mýlsk
lívfrøði II

7,5 ECTS

Bachelor-
verkætlan

22,5 ECTS

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði III

7,5 ECTS

Vistfrøði
á landi

7,5 ECTS

Rannsóknarætlan
og datagreining 

7,5 ECTS

Eiturfrøði  

7,5 ECTS

 

Byrjanarskeið í
lívfrøði I

7,5 ECTS

Lívevnafrøði

7,5 ECTS

Smáveru-
lívfrøði

7,5 ECTS

Lívvirkisfrøði
manna

7,5 ECTS

Lívupplýsindi
í verki

7,5 ECTS

 

Innihald

Á hesi lestrarleiðini fært tú eitt grundleggjandi og breitt innlit í mýlska lívfrøði. Tú lærir um lívfrøðiligar tilgongdir á mýlskum stigi og á kyknu- og lívverustigi.

Ein týðandi partur av lívvísindum snýr seg um DNA-tøkni. Henda verður millum annað nýtt til at finna orsøkir til fleiri ílegugrundaðar sjúkur í Føroyum.
Útbúgvingin er hugalig og fjølbroytt við fyrilestrum, starvsstovuarbeiði, evnislestri, lestrarvitjanum og egnum verkætlanum.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina spurningar og greiðsluevni í mýlskum lívvísindum. Gávurnar at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi verða stuðlaðar og styrktar.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.  Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

  • alisfrøði á B-stigi
  • støddfrøði á B-stigi
  • evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi arbeiðsøkjum.
Nøkur dømi eru:

  • í heiligvágsídnaðinum
  • í sjúkrahúsverkinum
  • á universitetum
  • á granskingarstovnum
  • í undirvísing
  • sum kunningarserkøn/ur

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna B.Sc. útbúgving á Setrinum hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á universitetum kring heimin.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Hórald Joensen, útbúgvingarleiðara, horaldurj(at)setur.fo