B.Sc. í orkuverkfrøði

Bachelor of Science in Energy Engineering

  • Lestrartíðin er 3½ ár og telur 210 ECTS
  • Tvær tær fyrstu lestrarhálvurnar er undirvísingin saman við Orkuvísindi og Orku- og støddfrøði
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc. 
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn
  • Náttúruvísindadeildini verður eisini rópt NVD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina annaðhvørt ár
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og praktiskar førleikar innan burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í orkuverkfrøði tekur trýogeitthálvt ár; øll skeið eru kravd, men til ber at gera nakrar broytingar, t.d. partur av lestrinum í útlondum, um hetta verður gjørt í góðari tíð og í samstarvið við útbúgvingarleiðaran.

Útbúgvingin inniheldur hálvt ár í starvsvenjing.

Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert klár/ur  til arbeiðsmarknaðin eftir lokna útbúgving. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tú fært høvið til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.  Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarv við stovn ella felag har starvsvenjingin fór fram.

 Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  • 2. lestrarár koyra skeiðini víðari innan somu evni umframt elverkfrøði, fígging og verkætlanir
  • 3. lestrarár eru flest skeið innan orku- og elverkfrøði umframt at starvsvenjingin byrjar
  • 4. lestrarár endar starvsvenjingin og ein bachelorverkætlan verður gjørd

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo-dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og
inniklima

5 ECTS

Upphiting og installatiónir í bygningum

7,5 ECTS

Starvsvenjing

15 ECTS

Mekanikkur

7,5 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vesku-
mekanikkur og vindorka

10 ECTS

Elveiting 2

5 ECTS

Bachelor verkætlan

15 ECTS

Innleiðandi
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi orka

7,5

Evnafrøði

5 ECTS

Elektriskar maskinur

5 ECTS

Effekt-
elektronikkur

5 ECTS

Innleiðsla til starvsvenjing

2,5 ECTS

 

Líkindaástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Streymrásfrøði

7,5 ECTS

Dálking frá elframleiðslu

7,5

Elveiting 1

5 ECTS

Starvsvenjing

15 ECTS

 

 

 

KT-verkætlan

7,5 ECTS

Fíggjarstýring

7,5 ECTS

Forritan

5 ECTS

 

 

Innihald

Útbúgvingin er ein verkfrøðiútbúgving, ið gevur góðar førleikar innan náttúruvísindi og elfrøði, umframt at tað verður arbeitt við at skilja og loysa avbjóðingar á orkuøkinum.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Ein serstøk avbjóðing fyri eitt oyggjasamfelag sum okkara er, at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so samfelagið verður minni heft av innfluttari olju.

Útbúgvingin gevur vitan um burðardygga orkuveiting, burðardygga orkunýtslu og um jaliga týdningin, ið hetta hevur fyri umhvørvi og samfelag.

Spurningar innan orku, ið verða viðgjørdir, eru t.d.: Hvussu minka vit um ta orku, vit brúka, við bjálving ella endurvinning? Á hvønn hátt nøkta vit tann lutfalsliga vaksandi elorkutørvin? Hvaðani skal orkan koma og hvussu kann hon goymast?

Ynskir tú at vera við til at loysa slíkar avbjóðingar og hava møguleika at lesa víðari uttanlands, so er hetta møguliga júst útbúgvingin fyri teg.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.  Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-stiganum og minst 6 eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13 stiganum   
  • Minst 7 eftir 7-trins stiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongurfyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.  

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Bárður A. Niclasen, útbúgvingarleiðara, bardurn(at)setur.fo