B.Sc. í orkuverkfrøði

Skeiðslisti

3008.18

Elektromagnetisma

At geva teimum lesandi innleiðandi kunnleika til elektomagnetismu og læra teir at loysa einklar men tó viðkomandi elektromagetiskar uppgávur.

3035.18

Líkindarokning

At geva luttakarum ein intuitiva og stringenta fatan av grundleggjandi líkindaáastøði.

3103.17

Støddfrøði 1

Skeiðsinnihaldið er støddfrøðiliga støðið fyri einari stórari røð av tekniskum økjum og gevur eisini eitt útgangsstøði fyri framhaldandi lestri í reinari og nýttari støddfrøði. Høvuðstemað í skeiðnum er linearitetur. Málið er at geva studentunum evnini at brúka grundleggjandi støddfrøðilig amboð í ástøðiligum eins væl og nýttum verkætlanum. Nýtsla av nýtíðar telduritbúnaði stuðlar hesum.

3104.18

Varandi orka

At gera studentin føran fyri at skilja, hvussu orka kann verða framleidd úr varandi orkukeldum.

3116.17

Støddfrøði 1 - temavenjingar

Endamálið er at presentera nakrar einfaldar viðkomandi verkfrøðitrupulleikar, sum kunnu viðgerast við teimum støddfrøðiligu kunnleikum studenturin eigur at hava fingið tá venjingarnar eru. Venjingarnar eru einar 4-8 gjøgnum árið í ymiskum evnum.

3135.17

Innleiðandi orkuverkfrøði

Geva lesandi eina breiða fatan av orku viðurskiftum í Føroyum, umframt at menna grundleggjandi førleikar, ið eru tengdir at hægri lestri innan orkuverkfrøði.

3136.17

Elveiting 1

At geva studentinum grundleggjandi skil fyri elveiting og mest umráðandi roknihættum, sum har verða nýttir. Studenturin fær innlit í elveiting og útgerð, sum er neyðug til at framleiða, flyta og býta elorku. Studenturin fær venjing í útrokningum í einføldum elnetum.

3202.17

Mekanikkur

Geva tí lesandi vitan um grundleggjandi lógir og roknihættir í klassiskum mekanikki, so at tann lesandi er førur fyri at loysa einfaldar trupulleikar innan hesi evni.