B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði

Bachelor of Science in Energy and Mathematics

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Tvær tær fyrstu lestrarhálvurnar er undirvísingin saman við Orkuvísindi og Orkuverkfrøði
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc. 
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn.
  • Náttúruvísindadeildin verður eisini rópt NVD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina í 2017. Støða er ikki tikin til útbjóðing av útbúgvingini í framtíðini.
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og førleikar innan burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu, umframt at geva teimum lesandi fakligan førleika at undirvísa í støddfrøði, til víðari lestur í støddfrøði og sum amboð í náttúruvísindum og tøkni.

Skipan av útbúgvingini

Lesturin er lagdur til rættis sum 3 ára fulltíðar samlestur millum orkuvísindi og hjánám í støddfrøði. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.  Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvið við stovnar ella feløg eftir egnum ynski, tó skal ein ávís minsta nøgd av støddfrøði og forritan innganga í verkætlanina.

 Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  • 2. lestrarár er skipað við skeiðum í stødd-, alis- og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeiðum frá hjánámi í støddfrøði
  • 3. lestrarár er skipað við skeiðum innan orkuverkfrøði, við bachelorverkætlan og við skeiðum frá hjánámi í støddfrøði

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo
dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og
inniklima

5 ECTS

Upphiting og
installatiónir í
bygningum

7,5 ECTS

Mekanikkur

10 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi
elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vesku-
mekanikkur
og vindorka

10 ECTS

Støddfrøði
didaktikkur

7,5 ECTS

Innleiðandi
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi
orka

7,5

Evnafrøði

5 ECTS

Elektriskar
maskinur

5 ECTS

Topologisk rúm
og grundarlagið
fyri støddfrøði

7,5 ECTS

Bachelor
verkætlan

15 ECTS

Líkinda-
ástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Algebra

7,5 ECTS

Støddfrøði
verkætlan

5 ECTS

Avansera
analysa

7,5 ECTS

 

 

 

Diskret
støddfrøði

7,5 ECTS

Euklidisk
geometri

5 ECTS

 

 

 

 

 

Metrisk rúm

5 ECTS

 

 

Eitt nágreiðniligari yvirlit yvir bygnaðin finst HER.

Innihald

 Útbúgvingin gevur góðar førleikar í alis- og orkuvísindum, við atliti at m.a. burðardyggari og umhvørvisvinarligari veiting av orku. Komið verður t.d. inn á, hvussu vaksandi orkutørvurin kann nøktast, og eisini hvat gerast kann fyri at minka um orkunýtsluna. Útbúgvingin er serliga sterk innan støddfrøði og letur sostatt upp fyri øðrum møguleikum eisini.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.  Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kunnu verða sjálvforsýnandi við orku.

Ynskir tú at vera við til at loysa slíkar avbjóðingar á orkuøkinum, hava møguleika at lesa víðari uttanlands, ella fáa møguleikar at undirvísa í støddfrøði á miðnámsskúlum, so er hetta møguliga júst lestrarleiðin fyri teg.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-stiganum og minst 6 eftir 7-stiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13 stiganum  
  • Minst 7 eftir 7-trins stiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum, umframt undirvísingarmøguleikar í støddfrøði.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Bárð A. Niclasen, útbúgvingarleiðara fyri orkuvísindi, bardurn(at)setur.fo ella Gunnar Restorff, gunnarr(at)setur.fo ið hevur ábyrgd av støddfrøðipartinum.