B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

Bachelor of Science in Nursing

  • Lestrartíðin er 4 ár og telur 240 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor of Science, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Sjúkrarøktarfrøðideildini í Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn
  • Sjúkrarøktarfrøðideildin verður eisini rópt SFD
  • 30 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samarbeiði.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing tekur 4 ár.

Útbúgvingin fatar um ástøðiliga undirvísing á Setrinum samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár, á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.

Útbúgvingin er skipað í 16 eindir. Eind 1 – 14 eru 15 ECTS. Eind 15 er 10 ECTS  og Eind 16 er 20 ECTS.

Lestrarárið byrjar í viku 34 og endar í viku 25. Summarfrí er í juli og august. Broytingar kunnu koma fyri orsakað av fastløgdum feriudøgum. Lesandi verða kunnað, áðrenn lestrarárið byrjar.

1 vika er 1,5 ECTS. Arbeiðsbyrðan hjá lesandi er roknað at vera í minsta lagi 40 tímar um vikuna.

Bygnaður

februar-apríl
Vika 5-14

apríl-juni
Vika 16-25

summarfrí
Vika 26-33

september-
november
Vika 34-43

november-
januar
Vika 45-3

 

 

 

Eind 1 (15 Á)

Eind 2  (14Á + 1K)

 

 

 

Mannakroppur

Grundleggjandi
tørvir

Eind 3 (13Á + 2K)

Eind 4 (9Á + 6K)

 

Eind 5 (15K)

Eind 6 (14Á + 1K)

Sjúkrarøkt til fólk
við somatiskari
sjúku (A)

Sjúkrarøkt til fólk
við somatiskari
sjúku (B)

 

Sjúkrarøkt til fólk
við somatiskari
sjúku (Klinikk)

Sjúkrarøkt til børn o
g familju

Eind 7 (7Á + 8K)

Eind 8 (3Á+12K)

 

Eind 9 (12Á + 3K)

Eind 10 (12Á + 3K)

Sjúkrarøkt til eldri.
Sjúkrarøkt til
varandi sjúk. (A)
Endurmenning.

Sjúkrarøkt til eldri.
Sjúkrarøkt til
varandi sjúk. (B)
Endurmenning.

 

Heilsufremjandi og
fyribyrgjandi sjúkrarøkt
í samfelagsligum høpi

Sjúkrarøkt til bráð-
og álvarsliga sjúk.
Alternativ røkt
og viðgerð.
Linnandi sjúkrarøkt.

Eind 11 (15 Á)

Eind 12 (3Á + 12K)

 

Eind 13 (6 Á + 9 K)

Eind 14 (15 K)

Menning og
góðskutrygging.
Valfrítt evni í
sjúkrarøkt –
verkætlan.

Sjúkrarøkt til
menniskju við
sálarligum sjúkum

 

 

Relatiónin millum
sjúkrarøktarfrøðing
og sjúkling í stutta
møtinum

 

Sjúkrarøkt og
sjálvstøðug yrkisútinnan
og leiðsla

 

Eind 15 (7Á + 3K)

Eind 16 (20Á)

 

 

 

Valfrí eind
Evni/øki í mun
til ritgerðarevni

Bachelorritgerð

 

 

 

 

Innihald

Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.

Próvtøkur

Hvør eind endar við próvtøku.

Metingarhættir: Skrivligar próvtøkur, skrivligar próvtøkur við munnligari próvhoyring/framløgu, skrivligar próvtøkur við praktiska útinnan og munnligari próvhoyring.

Kliniskir førleikar verða mettir við støðumeti.

Útbúgvingin endar við skrivligari bachelor ritgerð.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við nóg góðum miðalpróvtali.

Miðnámsskúlaprógv er altíð eitt krav, men er miðalpróvtalið ikki nóg høgt, ber til at søkja eftir kvotu 2, har aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 3 ár í september 2016, skal skeiðið takast umaftur.

Sjúkrarøktarfrøðideildin skipar fyri skeiði í fyrstuhjálp, áðrenn skúlaárið byrjar. Lesandi rinda skeiðskostnað.

Framtíðarmøguleikar

Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Við útbúgving frá Sjúkrarøktarfrøðideildini ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin.

Framhaldandi útbúgving

B.Sc.-lesturin til sjúkrarøktarfrøðing gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan bæði sjúkrarøktarfrøði og onnur øki.

Tó eru tað altíð tey viðkomandi universitetini, sum søkt verður inn á, sum seta støðið fyri upptøkukrøvini.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: johildd(at)setur.fo
ella við at venda tær til Súsonnu M. Mortensen, útbúgvingarleiðara: susannam(at)setur.fo