B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

Skeiðslisti

8890.15

Mannakroppurin

At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.

8891.16

Grundleggjandi tørvur

Ætlanin er, at lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir, fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina spurdómar við hóskandi ástøði. Ætlanin er, at lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.

8892.15

Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)

Ætlanin er, at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku. Ætlanin er eisini, at lesandi við støði í grundleggjandi tørvum skal venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.

8893.13

Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)

At lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamligari sjúku.