B.Sc í Vistfrøði

Bachelor of Science in Biological Ecology

  • Gev gætur: Henda útbúgving verður ikki í boði fyrr enn í 2018
  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Baccalaureus Scientia, stytt B.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, Tórshavn.
  • Náttúruvísindadeildin veður eisini rópt NVD
  • Umleið 8 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina annaðhvørt ár
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. norðanlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi førleikar at avmarka, seta fram og greina vistfrøðiligar spurningar og greiðsluevni.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum hava lagað seg til umhvørvið í Føroyum.

Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini mestu undirvísingina saman.

 

Aftaná fyrsta hálvaannað árið fara útbúgvingarnar fyri seg fyri at savna seg um sítt serøki. Síðsta lestrarhálva er meginparturin (22.5 ECTS svarandi til 75% av lestrinum) sett av til at skriva bachelor-ritgerð. 

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva 

Byrjanarskeið í
fróðskaparhegni,
vísindaástøði og
etikki

7,5 ECTS

Lívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Jørð, hav
& luft

7,5 ECTS

Havlívfrøði I

7,5 ECTS

Staðarskeið í
land- og vatn-
vistfrøði

7,5 ECTS

Havlívfrøði II

7,5 ECTS

Støddfrøði &
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði II

7,5 ECTS

Kyknu- og
mýlsk lívfrøði I

7,5 ECTS

Arvalæra 

7,5 ECTS

Fiskifrøði 

7,5 ECTS

Bachelor-
verkætlan

22,5 ECTS

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

7,5 ECTS

Byrjanarskeið
í lívfrøði III

7,5 ECTS

Vistfrøði á landi

7,5 ECTS

Rannsóknar-
ætlan og
datagreining 

7,5 ECTS

Eiturfrøði  

7,5 ECTS

 

Byrjanarskeið í
lívfrøði I

7,5 ECTS

Lívevnafrøði

7,5 ECTS

Smáveru-
lívfrøði

7,5 ECTS

Eiturvistfrøði
og dálking

7,5 ECTS

Veðurlags-
broytingar og
ávirkan á
vøkstur og djór

7,5 ECTS

 

Innihald

Útbúgvingin er skipað sum 3 ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum djórum, plantum og fólkum, sum liva í Føroyum.

Útbúgvingin gevur hollar, fakligar lív- og vistfrøðiligar førleikar.

Á hesi lestrarleiðini arbeiðir tú til dømis við fiskastovnum og stovnsrøkt, føðslugrundarlagnum í havinum, eins og tú kannar og greinar vistfrøðina á landi.

Tú fært høvi at kanna árinini av alheims upphitingini á sjógvi og landi, umframt at lýsa ymisk sløg av dálking, og hvussu dálkingin ávirkar menniskju, plantur, djór og smáverur.

Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. 

Onkur skeið verða hildin um summarið.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin.  Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:

  • Alisfrøði á B-stigi
  • Støddfrøði á B-stigi
  • Evnafrøði á B-stigi

Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

B.Sc. í vistfrøði gevur spennandi arbeiðsmøguleikar, td innan:

  • orku- og býarplanlegging
  • ráðgevi í burðardyggari menning
  • vísindajournalistur
  • umhvørvisráðgevi í privata og almenna geiranum 
  • undirvísing.

Framhaldandi útbúgving

BA í Vistfrøði gevur tær møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda tær til Hórald Joensen, útbúgvingarleiðara, horaldurj(at)setur.fo