B.Sc. í vistfrøði

Skeiðslisti

3101.15

Jørð, hav og luft

At geva studentunum eina innleiðslu til fysiska umhvørvið á gongustjørnuni Jørðini frá einum breiðum náttúruvísindaligum sjónarhorni. Hetta verður gjørt við støði í trimum grundleggjandi ástøðum, jarðfrøði, havfrøði og veðurlæru. Umhvørvið verður henda hátt lýst fysiskt, og viðurskifti, háttaløg og máttir verða viðgjørd bæði fyri føstu, innaru jørðina, lofthavið og havið. Støði verður tikið í Føroyska nærumhvørvinum og studentarnir skulu eisini á fakligar túrar við Magnusi Heinasini og á ferð at hyggja at Føroysku Jarðfrøðini.

3500.16

Byrjanarskeið í Fróðskaparhegni, vísindaástøði og siðalæru

At veita studentum kunnleika um ymiskar fróðskaparligar førleikar, sum leggja grund undir fatan, bygnað og funktión av fróðskaparlestri, akademiskum arbeiði, akademiskari grundan, og ger studentarnar førar fyri at gagnnýta nevndu hugavirksemi og yrkisdygdir.

3512.16

Almenn og ólívrunnin evnafrøði

At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.

3513.17

Lívrunnin evnafrøði

At geva teimum lesandi yrkisevni til evnafrøðiligar metingar í umhvørvis- og lívfrøðiligum sambondum.

3514.17

Lívevnafrøði

At veita studentunum vitan um: lívfrøðilig mýl (strukturar, funktiónir og virkishættir), grundleggjandi metaboliskar reaktiónsleiðir og grundarlagið undir mýlskari lívfrøði, eins og greiða fatan av lívevnafrøði í lívverum.

3515.16

Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar

Endamálið við skeiðnum er at kunna studentarnar um grundleggjandi støddfrøði og hagfrøði og nýtslu av hesum greinum innan lívfrøði.

3518.17

Kyknu- og mýlsk lívfrøði I

At veita studentunum kunnleika um kyknustruktur og starvshátt, kyknugøgn, vøkstur og kyknuringrás eins og sínámillumávirkan millum kyknur og mýl.

3532.16

Lívfrøði I

At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av hvussu kanningar av lívið hava avdúka afturgangandi temaðir og at evolutiónin er eitt kjarnutema, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni og tí líkleika vit síggja í lívinum á jørðini.

3533.17

Lívfrøði II

At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av hvussu kanningar av lívið hava avdúka afturgangandi temaðir og at evolutiónin er eitt kjarnutema, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni og tí líkleika vit síggja í lívinum á jørðini.

3534.17

Lívfrøði III

At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av teimum nógvu ymsu stýrisháttunum ið eru neyðugir fyri at hava eina væl virkandi fleirkyknaða veru, sum td ” transport, digestive, excretory, defense, signaling, regulating and reproductive systems”. Og víðari at geva teimum lesandi eina fatan av uppbygnaðinum og útviklinginum av djóra kroppum. Eisini verður hugt nærri eftir tí heimi djórini eru partur av, og hvussu alt er ein partur av eini størri heild, við hjálp av millum annað atburðar vistfrøði, almennari vistfrøði og globalari vistfrøði.