B.S.Sc. í politikki og umsiting

Bachelor of Social Science in Politics and Administration

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor of Social Science, stytt B.S.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn
  • Søgu- og samfelagsdeildin verður eisini rópt SSD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina um árið
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í søgu tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Søga' og 'Sosialvísindum og samfelagsplanlegging'.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lestrarhálva

Sosiologi og
mentan

10 ECTS

Nýggjari
føroysk søga

10 ECTS

Vallærugrein I

10 ECTS

Vallærugrein II

10 ECTS

Komparativur
politikkur 

10 ECTS

Altjóða
politikkur

10 ECTS

Stjórnmálafrøði

10 ECTS

Búskaparfrøði

10 ECTS

Politisk
ástøði og
idesøga 

10 ETCS

Háttalag II

10 ECTS

Fyrisitingarlóg

10ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II 

10 ECTS

Almennur
politikkur og
fyrisiting 

10 ECTS

Innihald

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Undirvíst verður m.a:

  • um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg
  • um tvørvísindi og verkætlanararbeiði
  • um føroyskan og altjóða politikk
  • um stýrisskipanir, demokrati og vald
  • um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Við útbúgving í politikki og umsiting ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin, tú kanst millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

B.S.Sc. útbúgvingin í politikki og umsiting gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning við at venda tær til lestrarvegleiðingina: SSD-studvegl(at)setur.fo, ella til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj(at)setur.fo