B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikki og umsiting)

Skeiðslisti

2016.16

Føroysk nýtíðarsøga

At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til Føroya søgu aftaná 1500 við denti á politisku søguna, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri føroyskari søgu.

2018.14

Grundskeið í søguvísindaligum háttalag

At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguvísindalig háttaløg og arbeiðshættir, at veita teimum grundleggjandi førleika til at meta um søguliga gransking og at vanda sær um søguligar heimildir. Skeiðið vendur sær eisini til fólk, sum onkursvegna arbeiða við heimildum, t.d. miðlafólk.

2022.15

Nýtíðar heimssøga

At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til heimssøguna aftaná 1750, við serligum atliti at evropeiskari og evropeiskt sprotnari søgu, her í millum politiskum, búskaparligum og mentanarligum rákum, umframt at tey lesandi kunnu taka støðu til søgufrøðiligar tulkingar og grundarlagnum undir teimum. Tey lesandi skulu: Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu

2110.15

Vísindaástøði og háttaløg

Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg.

2110.16

Vísindaástøði og háttaløg

Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg. Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg

2139.14

Samfelagsteori

Endamálið er at geva tí lesandi innlit í klassiska og modernaða teori um samfelagið. Talan er um at viðgera, hvussu týdningarmikil samfelagslig tema verða lýst samfelagsteoretiskt og í einum teorisøguligum ljósi.

2139.16

Samfelagsástøði

Endamálið er at geva tí lesandi eina holla fatan av klassiskum og modernaðum samfelagsástøði.

2143.16

Politisk ástøði og idesøga

Endamálið er at geva teimum lesandi holla fatan av politiskum ástøði og idesøgu síðan Platon og fram til í dag.

2361.17

Arkivkunnleiki

At veita teimum lesandi almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking Tey lesandi skulu: • kenna viðkomandi lógir og meginreglur undir skjalasavninum • fáa vitan um tilfar, sum verður savnað á skjalasavninum/søvnum • læra at finna fram heimildartilfar á skjalasøvnum • fáa innleiðing til ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum • læra at lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum Skeiðið vendur sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast

2362.15

Sosiologi og mentan

Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi og antropologi sum vísindalig fak, hetta við denti á hugtøk, teori og metodiska tilgongd. Tey skulu lesandi læra at brúka hugtøk og teori at greina viðkomandi sosiologisk og antropologisk evni.

2362.16

Sosiologi og mentan

Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi og antropologi sum vísindagreinir, hetta við denti á hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr sosiologiskum og antropologiskum perspektivi.

2368.17

Ritgerð (verkætlan) I

Endamálið við skeiðnum er at læra tey lesandi at gera eina akademiska ritgerð.

2369.17

Ritgerð (verkætlan) II

Endamálið við skeiðnum er at læra tey lesandi at gera eina tvørvísindaliga rannsóknarverkætlan.

2370.17

Almennur etikkur

Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi tilvitaðan um etiskar spurningar, og hvussu hesir verða viðgjørdir úr einum moralfilosofiskum sjónarhorni.

2622.16

Búskapur og Samfelag

Endamálið við skeiðinum er at veita søgu-, stjórnmála-, og samfelagsfrøðis-lesandi innlit í • Grundleggjandi partar av lærugreinini búskaparfrøði, herundir týðandi hugtøk og myndlar • Tann leiklut, sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki, og tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava og hava havt í samfelagsligum umbroytingum

2808.15

Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur).

Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum innlit í føroyskan politikk og tey evni og ástøði, ið serliga verður gjørt burtur úr innan fyri stjórnmálafrøðina.

2808.16

Grundskeið í stjórnmálafrøði.

Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum eitt innlit í tey evni og ástøði, ið serliga verða brúkt innan fyri stjórnmálafrøðina.

2816.15

Grundskeið í lóg

Tey lesandi skulu um dømi úr tinglógum, kunngerðum, dómum og øðrum lógkeldum fáa fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Í venjingum skulu tey lesandi læra at finna og tulka lóg og fáa fatan av ávísum týðandi tættum í lóg.

2824.16

Háttaløg I

Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eitt yvirlit yvir og innlit í tey vanligastu kvantitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøði, herundir lýsandi hagfrøði (descriptive statistics) og útleiðandi hagfrøði (inferential statistics), og at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesi háttaløg í einari greining.

2825.17

Háttalag II

Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi haldgott innlit í tey vanligastu kvalitativu háttaløgini, sum verða nýtt í samfelagsfrøðini.