B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)

Skeiðslisti

2110.16

Vísindaástøði og háttaløg

Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg. Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi eina grundleggjandi vitan um vísindaástøði og háttaløg

2362.17

Sosiologi og mentan

Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi og antropologi sum vísindagreinir, hetta við denti á hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr sosiologiskum og antropologiskum perspektivi.

2808.16

Grundskeið í stjórnmálafrøði.

Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum eitt innlit í tey evni og ástøði, ið serliga verða brúkt innan fyri stjórnmálafrøðina.