B.A. í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð

Bachelor of Arts in History, Small Nations and Globalisation

  • Lestrartíðin er 3 ár og telur 180 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Bachelor of Arts, stytt B.A.
  • Útbúgvingin er staðsett á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25, Tórshavn
  • Søgu- og samfelagsdeildin verður eisini rópt SSD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í søgulig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í søgu tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Politikki og umsiting' og 'Sosialvísindum og samfelagsplanlegging'.

Útbúgvingin endar við eini BA-ritgerð.

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í vísindaástøði, søguvísindaligum háttaløg
  • 2. lestrarár er problemorienterað prosjektarbeiði
  • 3. lestrarár er høvðusritgerð

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lestrarhálva

Sosiologi og mentan

10 ECTS

Nýggjari føroysk søga

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Nýggjari heimssøga

10ECTS

Eldri heimssøga

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Grundskeið í stjórnmála-
frøði

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Politisk ástøði
og idesøga 

10 ECTS

Arkiv
kunnleiki

10 ECTS

Eldri føroysk søga 

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Grundskeið í
søguvísindaligum
háttaløgum

10 ECTS

Ritgerð II 

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS

Innihald

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Undirvíst verður m.a.:

  • um søguvísindaligt arbeiðslag
  • um føroyska søgu og alheimssøgu
  • um altjóða politikk og modernitet
  • um arkivkunnleika
  • um smátjóðir í danska ríkinum

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Søga - Smátjóðir og altjóðagerð er lesturin fyri tey, sum ynskja at arbeiða innan ymisk øki við avbjóðingum hjá smátjóðum, men gevur eisini nógvar aðrar kvalifikatiónir, so sum víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Við útbúgving frá Søgu- og samfelagsdeildini ert tú væl ílatin - bæði til arbeiðsmarknaðin og til víðari lestur á masterstigi.

Framhaldandi útbúgving

B.A. útbúgvingin í søgu - Smátjóðir og altjóðagerð - gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til lestrarvegleiðingina: SSD-studvegl(at)setur.fo, ella við at venda sær til Hans Andrias Sølvará, útbúgvingarleiðara, hansas(at)setur.fo