Hjánám í føroyskum

Skeiðslisti

1020.15

Málsøga

At studenturin ognar sær innlit í lærugreinina Málsøgu, málsøgulig hugtøk og háttaløg til at fáa greiði á høvuðsdráttunum í søguni hjá norðurlandamálunum, tó serliga hjá føroyskum máli frá umleið 1300 til nútíðina.

1025.15

Norrønt

At studentar fáa góðan kunnleika í norrønum máli, sum gevur førleika at skilja málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Við tað at føroyskt er sprottið úr norrønum, og at nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna sín í teirri regluskipaðu stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, er tað grundarlag undir søguligari fatan av føroyskum.

1045.16

Norðurlendskt mál - Danskt

Endamálið við Donskum er at seta danska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at studenturin ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá donskum frá umleið 1300 til nútíðina.

1046.16

Norðurlendskt mál - Svenskt

Endamálið við Svenskum er at seta svenska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at studenturin ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá svenskum frá umleið 1300 til nútíðina.

1047.16

Norskt

Endamálið við Norskum er at seta norska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at studenturin ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá norskum frá umleið 1300 til nútíðina. Dentur verður lagdur á at lýsa menningina hjá nýnorskum og bókmáli og støðuna hjá teimum í norska samfelagnum.

1048.16

Norðurlendskt mál - Íslendskt

Endamálið við Íslendskum er at seta íslendska málsøgu inn í ein størri norðurlendskan samanhang. Skeiðið er ætlað sum uppískoyti til frálæruna í málsøgu við tí endamáli, at studenturin ognar sær grundleggjandi vitan um menningina hjá íslendskum frá umleið 1300 til nútíðina.

1122.17

Bókmentasøga I

Við námsevninum vinnur studenturin sær vitan um og fatan av bókmentum í Norðurlondum frá miðøld til umleið 1876. Studenturin gerst førur fyri at lýsa bókmentirnar við atliti at tekstslagi og uppruna, at staðseta og lýsa tekstir sum sprotnar av mentanarrákum.

1126.17

Bókmentasøga II

At geva innlit í føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag og at greina føroyskar og norðurlendskar bókmentir frá 1876 til okkara dagar. Skeiðið miðar ímóti, at studenturin skal kunna seta tekstirnar inn í eitt hugmynda- og bókmentasøguligt høpi.

1137.15

Bókmentagreining

Studenturin skal ogna sær hollan kunnleika um tekstgreining við serligum denti á at greina gjølla tey trý fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgini søgu, yrking og leik. Harumframt skal studenturin ogna sær hegni í at greina yrkistekst. Studenturin eigur at ogna sær kunnleika um greiningarhugtøk, serliga við atliti at fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum. Denturin verður lagdur á, at studenturin lærir seg at greina tekstsløgini og nýta greiningarhugtøk í tí sambandinum.

1235.17

Ljóð- og formlæra

At fáa innlit í føroyska ljóðlæru, ljóðskipan og formlæru soleiðis, at studenturin dugir føroyska ljóðskrift, kennir ljóðskipanina og kennir føroyska orðmyndan.