Hjánám støddfrøði

Subsidiary Subject Studies in Mathematical Science

  • Lestrartíðin er 3 ár, parttíð, og útbúgvingin telur 120 ECTS
  • Útbúgvingin er staðsett á Náttúruvísindadeildini, Nóatún 3, FO-100 Tórshavn
  • Náttúruvísindadeildin verður eisini rópt NVD
  • Umleið 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • Lestrargjald:
    • Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Hjánám í støddfrøði er ein parttíðarútbúgving, og eftir ætlan verða studentar tiknir inn á øðrum sinni í august 2017. Ikki er avgjørt, nær aftur verður tikið inn. Útbúgvingin er í alt 120 ECTS (2 ársverk), harav 30 ECTS (½ ársverk) skulu vera í evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Útbúgvingin kann vera partur av eini samansettari bachelor við aðrari høvuðsgrein, sum loyvir tí. Ein slík bachelor kann vera grundarlag undir víðari lestri. Útbúgvingin kann eisini vera hjánám saman við høvuðsgrein í øðrum faki á masterstigi, og kann útbúgvingin tá geva undirvísingarførleika í miðnámi. Eisini ber til hjá fólki, ið longu hava útbúgving á masterstigi, at vinna sær undirvísingarførleika í støddfrøði í miðnámi við at lúka hjánám í støddfrøði. 

90 ECTS í støddfrøði

Av útbúgvingini eru avsett 90 ECTS (1½ ársverk) í støddfrøði. Evnini eru samansett fyri at tryggja breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. Evni, sum ætlandi verða viðgjørd, eru: diskret støddfrøði, lineer algebra, kalkulus í einum og fleiri variablum, algebra, euklidisk geometri, støddfrøðididaktikkur, líkindarokning, hagfrøði, rekkjur og fylgjur, Fourier-rekkjur, differentiallíkningar, metrisk rúm, Hilbert rúm, topologi, kryptologi og grundarlagið undir støddfrøði. Minni verkætlanir innganga eisini í útbúgvingina.

30 ECTS í skeiðum sum brúka støddfrøði

Partur av útbúgvingini er eisini, at 30 ECTS (½ ársverk) skulu stava frá evnum, har støddfrøði verður brúkt sum amboð. Eingi ávís skeið eru ásett, og tey kunnu í stóran mun veljast av studentunum millum skeið, sum verða útboðin á Fróðskaparsetri Føroya ella við annað universitet (um studenturin longu hevur tikið slík skeið, sum part av aðrari útbúgving, kunnu tey verða góðskrivað). Dømi kunnu vera: algoritmur, mekanikkur, innleiðandi elfrøði, elektromagnetisma, hitalæra, elektriskar ringrásir, regulering, elveiting. 

Avriksflutningur

Studentar, sum hava tikið skeið í støddfrøði, kunnu søkja um at fáa hesi góðskrivað sum partar av útbúgvingini. Krav er ikki, at tey skulu vera innan júst somu evni, sum eru løgd inn í hjánámið - dentur verður serliga lagdur á, at studenturin fær breiða og holla grundleggjandi vitan og førleika í støddfrøði umframt at farið verður í dýpdina við ávísum evni. 

Parttíðarlestur

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein parttíðarútbúgving. Útbúgvingin kann leggjast soleiðis til rættis, at hon kann takast yvir 4 ár við umleið hálvtíðarlestri mesta av tíðini, um studenturin skal taka øll 120 ECTS. Hetta ger, at til ber hjá fólki, sum t.d. eru fyribilssett sum undirvísarar í miðnámi, at uppstiga sín støddfrøðikunnleika og arbeiða samstundis. Eisini ber til at taka skeið frá øðrum útbúgvingum samstundis. Miðað verður ímóti, at nøkur av framhaldsskeiðunum í ávísan mun skulu kunna takast sum stuðlaður sjálvlestur. Gevið gætur, at fyri at fáa lestrarstuðul frá Studna krevst at studentur er undir fulltíðarlestri. 

Orkuvísindi og støddfrøði - fulltíðarlestur

Sum eitt nýtt tilboð í 2017 ber til at samanseta bachelor í orkuvísindum og hjánám í støddfrøði til eina trý ára fulltíðarútbúgving. Les meira um henda møguleika HER.

Dømi fyri sivilverkfrøðing í elektroteknikki frá DTU

Um studentur t.d. er sivilverkfrøðingur í elektroteknikki eftir nýggjastu námsskipan frá DTU, so eru góðskrivingarnar soleiðis, at 30 ECTS í øðrum evnum, sum brúka støddfrøði, verða góðskrivað. Eisini verða minst 25 ECTS í støddfrøði góðskrivað (møguliga meiri, alt eftir hvørji valfríu skeiðini eru). Sostatt skal ein slíkur studentur hægst taka 65 ECTS fyri at fáa hjánám í støddfrøði. Aðrar linjur frá DTU minna nógv um, men umsókn má viðgerast í hvørjum einstøkum føri - m.a. orsakað av valfríum skeiðum. 

Orkuverkfrøði

Um studentur hevur bachelor í orkuverkfrøði sambært 2015-lestrarætlanini hjá Fróðskaparsetrinum, so eru góðskrivingarnar soleiðis, at 30 ECTS í øðrum evnum, sum brúka støddfrøði, verða góðskrivað. Eisini verða 30 ECTS í støddfrøði góðskrivað (møguliga meiri, alt eftir hvørji valfríu skeiðini eru). Sostatt skal ein slíkur studentur taka 60 ECTS afturat fyri at fáa hjánám í støddfrøði. Gevast skal gætur, at vanliga krevst útbúgving á masterstigi fyri at fáa fast starv á miðnámi. 

Høvuðsgrein frá Setrinum í t.d. føroyskum

Til ber eisini at lesa hjánám í støddfrøði við høvuðsgrein í øðrum faki frá Setrinum, um høvuðsgreinin loyvir tí. T.d. ber til at hava høvuðsgrein í føroyskum og hjánám í støddfrøði. Tá skal umsókn sendast til Føroyamálsdeildina, og ein serlig lestrargongd má gerast. Kravið um 30 ECTS í skeiðum, sum brúka støddfrøði, ger, at lesturin verður 5½ ársverk mótvegis teimum vanligu 5 ársverkunum. Hvussu skeiðini verða samansett kann eisini ávirka møguleikarnar at fáa studning frá Studna, av tí at stuðul bert verður veittur til fulltíðarlestur.

Upptøkutreytir

Fyri at koma inn á hjánám í støddfrøði skal studenturin í minsta lagi hava lokið miðnámsprógv, har A-stig í støddfrøði er staðið. Aðrir førleikar kunnu eftir umsókn verða góðkendir; men tá skal søkjast eftir kvotu 2. 

Umsóknarblað og umsóknarfreistir

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Gunnar Restorff, útbúgvingarleiðara, gunnarr(at)setur.fo, tlf 29 25 63