M.A. í føroyskum máli og bókmentum

Master of Arts in Faroese Language and Literature

  • Lestrartíðin er 2 ár og telur 120 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Master of Arts, stytt M.A.
  • Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, 100 Tórshavn
  • Føroyamálsdeildin verður eisini rópt FMD
  • Øll, sum lúka upptøkutreytirnar, koma inn (sí nærri kunning um treytir niðanfyri)
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.

Til ber eisini at taka samansett MA. Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Sí Námsskipanina í leinkinum til høgru, bls. 37.

Skipan av útbúgvingini

Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári og ber tað til at seta saman útbúgvingina eftur egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.

Tey kravdu skeiðini til eina eina MA í Føroyskum eru hesi:

  • Skeið 80 ECTS
  • Høvuðsritgerð 40 ECTS

Bygnaður

1. lestrarhálva2. lestrarhálva3. lestrarhálva4. lestrarhálva

Staðar-navnafrøði

10 ECTS

Politiskt
Samskift

10 ECTS

Tvímæli

10 ECTS

MA ritgerð

30 ECTS

Skaldskapur
av mannamunni
uttan fyri
roykstovuna

10 ECTS

Ritverkið hjá
Steinbjørn B.
Jacobsen

10 ECTS

Mynd og orðlist
í 20. øld
10 ECTS

 

Nútíðar-føroyskt
10 ECTS
Merkingar-
frøði

10 ECTS

Stuttsøgan í
føroyskum
bókmentum

10 ECTS

 

Skeiðsheitini eru dømi frá undanfarnum lestrarhálvum og eru ymisk frá hálvu til hálvu.

Innihald

Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.

T.d. vóru lestrarevnini á heysti 2016 hesi:

  • Politiskt samskifti (Bergur D. Hansen, ábyrgd). 10 ECTS
  • Mynd- og orðlist í 20. og 21. øld (Malan Marnersdóttir, ábyrgd) 10 ECTS
  • Tvímæli (Hjalmar P. Petersen, ábyrgd) 10 ECTS
  • Skaldskapur av mannamunni - uttan fyri roykstovuna (Tóta Árnadóttir, ábyrgd) 5 ECTS
  • Staðarnavnafrøði (Anfinnur Johansen, ábyrd) 10 ECTS

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-námið. Studentarnir skulu hava BA-prógv við góðum úrsliti (svarandi til minst 5,8 eftir 7-talsstiganum ella 8 í miðal eftir 13-stiganum).

Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða tikin inn eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.

Framtíðarmøguleikar

MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.

Framhaldandi útbúgving

Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir ph.d.-nám.

Umsóknarblað og umsóknarfreist

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: bardurr(a)setur.fo, ella við at venda tær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarisH(at)setur.fo