M.A. í løgfrøði

Master of Arts in Law

  • Lestrartíðin er 2 ár og telur 120 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Master of Arts, stytt M.A.
  • Útbúgvingin er staðsett á Søgu og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøta 25, 4.h, Tórshavn.
  • Søgu og samfelagsdeildin verður eisini rópt SSD.
  • Miðjað hevur verið ímóti at taka umleið 15 lesandi inn á útbúgvingina á hvørjum ári. Í 2017 verða kortini einans 10 tikin inn vegna høgt tal av innskrivaðum lesandi samanlagt.
  • Umframt vanligu umsóknina, sum hevur 1. juli sum freist, sí niðanfyri, verður sum nakað nýtt upptøkuroynd løgd aftrat. Upptøkuroyndin verður 26. juni kl 13-17 á veghædd í Jónas Broncksgøtu 25 og somu tíð í Keypmannahavn. Sí nærri um upptøkuroyndina HER
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 600 DKK/ECTS
  • Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finnaHER
  • Umsóknarfreistin fyri upptøku summar 2017 verður 1. juli á midnátt

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, umframt lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu.

Skipan av útbúgvingini

Master útbúgvingin í løgfrøði tekur tvey ár. Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og valgreinum. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.

Lesast skulu 120 ECTS, og býtið er:

  • Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 til 80 ECTS
  • Løgfrøðilig fatan og háttalag: 10 ECTS
  • Høvuðs ritgerð: 30 ECTS
  • Valgreinar: 0 til 30 ECTS

Bygnaður

Útbúgvingin er ikki deild upp í ymisk skeið ymiskar lestrarhálvur. Í hvørjari lestrarhálvu skulu bert lesast 30 ECTS.

Ymiskt er, hvørjar lærugreinar vera bjóðaðar fram hvørja lestrarhálvu, men vanliga trý til fýra skeið. Her er yvirlit yvir skeið, sum hava verið hildin:

Vár
2014
Heyst
2014
Vár
2015
Heyst
2015
Vár 
2016
Heyst
2016
Vár
2017
Heyst
2017
Løgsøga•*

Kommunu-
rættur•

10 ECTS

Fyrisitingar-
lóg•

10 ECTS

Kollektivur
arbeiðs-
rættur•

10 ECTS

Kommunu-
rættur•

10 ECTS

Almennur
starvsfólka-
rættur

10 ECTS

Byggi- og
skipanarlóg

10 ECTS

Kollektivur arbeiðsrættur

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg*§ 

5 ECTS

Byggi- og
býarskipan-
arlóg•

10 ECTS

Brúkaralóg•

10 ECTS

Skattarættur•

10 ECTS

Løgsøga

10 ECTS

Hjúna-skilnaðar-rættur

10 ECTS

Altjóða lóg

10 ECTS

Skattarættur

10 ECTS

At skriva*§  
grein í lóg 

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

Altjóða lóg•

10 ECTS

Barnarættur•

10 ECTS

Kirkjurættur

10 ECTS

Heimastýri
og
stýriskipan

10 ECTS

Føroysk
fyrisitingar-
lóg

10 ECTS

Løgfrøðilig fatan

10 ECTS

Løgfrøðilig
fatan§

10 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

Fíggjarrættur•

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

Nýggjur
vestnorrønur
stjórnar-rættur

10 ECTS

Almennur
etikkur

10 ECTS

Fíggjarrættur

10 ECTS

(G) Konsti-
tusjonelt
Demokrati•*

10 ECTS

(G) Rule of
Law•

10 ECTS

At skriva
grein í lóg§


5 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

(G) Continental
Shelf (SACS)•

5 ECTS

 

(G) Continental
Shelf
(SACS)•

5 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

(G) Modern
Constitutions§

10 ECTS

     

Løgfrøðilig
fatan§

10 ECTS

 
Dogm. 15 ECTS Dogm. 30 ECTS Dogm. 35 ECTS Dogm. 40 ECTS Dogm. 40 ECTS
Háttal. 10 ECTS Háttal. 10 ECTS Háttal.20 ECTS Háttal. 20 ECTS Háttal.10 ECTS

* Skeiðið er ella verður hildið
• Skeiðið er í dogmatiskum evnum; 50 ECTS eru kravd at fáa prógv sum master í løgfrøði  
§ Skeiðið er í løgfrøðiligum háttalagi; 10 ECTS kravd at fáa prógv sum master í løgfrøði
(GF) Gestafak – undirvísarar úr øðrum londum, undirvíst á øðrum málum enn føroyskum
(X) Skeiðið verður møguliga boðið út eisini hesa lestrarhálvuna

Tilsamans krevjast 120 ECTS at fáa prógv sum master í løgfrøði, harav 30 ECTS fyri ritgerð

Fulltíðarlestur krevur 30 ECTS hvørja lestrarhálvu.

Innihald

Dentur verður lagdur á, at tey útbúnu skulu fata og duga at greina lóg og løgfrøði við atliti at fyrisitingarlóg, lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu, m.a. lóggávu, venju og aðrar rættarkeldur, umframt altjóða lóg, felagsmál og samanberandi greinan.

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúk teirra. Flestu dogmatisku lærugreinarnar taka støði antin í føroyskari lóg ella annars við atliti at lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í samveldisstøðu.

Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður avbjóðingum í løgfrøðiligum høpi.

Valgreinar eru skeið, ið ikki lættliga kunnu bólkast sum antin dogmatisk ella løgfrøðilig fatan og háttalag, men eru viðkomandi fyri samlaðu læruúrtøkuna. Hetta kunnu vera heimspekiliga ella samfelagsvísindaliga litað skeið, ið kasta ljós á ávís løgfrøðilig evni­­.

Ritgerð skal vera 30 ECTS og skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, summarpróvtøkur eru vanliga í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Studentarnir skulu frammanundan antin hava í minsta lagi bachelor í løgfrøði ella annan bachelor.

Hevur studenturin annan bachelor enn í løgfrøði, er eisini krav, at viðkomandi gjøgnum útbúgvingina og/ella royndir hevur nóg mikið av løgfrøði.

Til ber eisini at lúka krøvini um akademiska og viðkomandi undanútbúgving við at vísa á eftirútbúgving og royndir.

Viðkomandi royndir kunnu vera í umsiting av lóggávu, leiðsla hjá stovni ella fakfelag, sitið í kommunustýri ella á tingi, starv í grannskoðan ella øðrum eftirliti.

Sera viðkomandi eru tikin stakskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum.

Týðandi er at lýsa og skjalprógva førleikar og royndir.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvin skulu kunna taka við størvum í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving. Hava tey bachelor í løgfrøði framman undan, skulu tey eisini kunna virka sum advokatar og dómarar.

Framhaldandi útbúgving

Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir phd í lóg ella samsvarandi.

Umsóknarfreist og umsóknarblað

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.*

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.*

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. .

Vegna broyting í upptøkutreytunum fyri M.A. í løgfrøði í ár verða umsóknarbløðini kortini ikki klár fyrr enn seinni í mars mánaði.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl(at)setur.fo