M.A. í løgfrøði

Skeiðslisti

2432.17

Løgfrøðilig fatan

At veita innlit í ymsa fatan og menning í vísindaligari og praktiskari løgfrøði, herundir natúrrætt, rættspositivismu, realismu og pragmatismu. Dentur verður lagdur á kunnleika um hesi ymsu rák og at síggja, hvussu tey ávirka lógkeldur og venju í ymsum tíðarskeiðum, stovnum og høpum. Serliga verður hugt at hvat virði er í at kenna og brúka ymsar løgfrøðiligar fatanir. Fakið er ætlað løgfrøðilesandi, umframt øðrum við siðsøguligum og stjórnarligum áhuga.

2449.18

Mannarættindi, religión og politikkur

At geva tí lesandi innlit í hugtøk og ástøði um altjóða mannarættindi og religión; at skilja samanspælið og spenningarnar ímillum mannarættindi og religión; at skilja spenningarnar ímillum hugtøk sum sekularisering og átrúnað, universalismu og relativismu, rættindi og skyldur, einstaklingin og samfelagið. Endamálið er at skilja upprunan til altjóða normar og hvussu normativar trúarskipanir sum t.d. átrúnaður hevur myndað nationalan og altjóða politikk. Tey lesandi skulu lýsa altjóða úrskurðir bæði rættsdogmatiskt og teoretiskt perspektiverandi.

2453.18

Endurgjaldsrættur

2454.18

Føroysk fyrisitingarlóg

At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tær mongu lógkeldurnar á økinum ið merkt er av ymsum rættarskapandi stovnum, Løgtingi og fyrisiting, samveldisstovnum, vanligu rættarskipanini, serligum trætustovnum og kærunevndum og ikki minst Løgtingsins Umboðsmanni, sum tilsamans orða tinglógir, kunngerðir, kæruavgerðir, úrskurðir, dómar og álit. Harumframt eru á hesum øki sera nógvar bókmentir ið hava stóra ávirkan. Hesar ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera fjøltáttaða og broytiliga støðu. Síðan Løgtingsins Umboðsmaður var settur á stovn er hann vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í tær stóru tinglógirnar á økinum, umframt ávirkan frá danskari lóg og altjóða stovnum, og ymsari serligari lóggávu ið mangan er viðkomandi, umframt tengdar siðvenjur, serliga góðan fyrisitingarsið ið støðuga mennist. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu.