Masterlæra í søgu

Master learning in History

  • Lestrartíðin er 2 ár og telur 120 ECTS
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Master of Arts, stytt M.A.
  • Útbúgvingin er staðsett á søgu og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøta 25, 4.h, Tórshavn
  • Søgu og samfelagsdeildin verður eisini rópt SSD
  • Umleið 30 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina á hvørjum ári
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Stakgreinir: 200 DKK/ECTS
  • Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamál

Masterlæra er ment við tí fyri eyga, at tann lesandi skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði innan eitt fakøki, men samstundis er fyrilit tikið fyri, at hvør lesandi kann ogna sær sín egna sjálvstøðuga fakliga profil.

Søga fevnir um menniskjans samspæl við søguligar og samfelagsligar treytir, og hvussu hetta samspæl knýtir saman fortíð og samtíð við atliti at tí, at skilja søguligar samanhangir og egna samtíð.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur tvey ár:

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori og metodu innan ymisku fakøkini. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum starvsfelagsskapi, har tann lesandi, m.a. saman við øðrum lesandi og vísindastarvsfólkum, kemur at arbeiða við ávísari granskingarverkætlan.

Í aðru lestrarhálvu verður farið á útlendskt universitet, har tann lesandi lesur útvald fak innan sítt serøki.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at grundað á avtalu millum tann lesandi og ein stovn ella virki, granskar tann lesandi eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis sum hann ella hon eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Ein minni partur av lestrarhálvuni er hartil ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu er sjálvt arbeiðið við masterritgerðini við atknýttari vegleiðing.

Bygnaður

1. 
lestrarhálva
2. 
lestrarhálva
3. 
lestrarhálva
4. 
lestrarhálva

Metodologi I

5 ECTS

Uppihald á 
útlendskum 
universiteti

30 ECTS

Praksislæra / 
phronetikum

25 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Fakskeið/teori

10 ECTS

Metodologi II

5 ECTS

 

Masterlæru-
verkætlan

15 ECTS

 

 

Innihald

Útbúgvingin, M.A í Søgu, tekur samfelagið sum skipan til viðgerðar og greinar samfelagsins strukturar og organisatiónsformar, herundir stovnar, teirra bygnað, stýring og søguligu menning.

Lestrarøkið fevnir um menniskjans samspæl við søguligar og samfelagsligar treytir, og hvussu hetta samspæl knýtir saman fortíð og samtíð við atliti at skilja søguligar samanhangir og egna samtíð.

Málið við útbúgvingini er, at tann lesandi ognar sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, men samstundis eisini ein sjálvstøðugan fakligan profil. Grundað á eina problemorienteraða, tvørvísindaliga tilgongd, tætt samstarv millum studentar og granskarar á deildini, og starvslæru, mennir studenturin eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.

Nógv av samskiftinum fer fram á enskum/skandinaviskum máli, herundir uppgávuskriving.

Kravið um at vera til staðar á stovninum er hægri enn undir vanligum universitetslesnað.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnligari verju. Munnligar royndir er grundaðar á temaseminar, workshops o.l. Serritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya.

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindi frá øðrum hægri lærustovni, har royndir við problemorientering og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Framtíðarmøguleikar

Ein fakliga sterk søguvísindalig útbúgving, grundað á vitan og royndir frá bæði altjóða viðurskiftum og úr føroyska samfelagnum, gevur hollar førleikar at starvast við leiðandi og analytiskum uppgávum innan bæði privata, almenna og sjálvbodna sektorin í samfelagnum.

Eftir lokna masterlæruútbúgving hevur tann lesandi bygt sær upp holla vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan søgu- og samfelagsfrøðiliga fakøkið, grundað á nýggjastu fakligu vitanina.

Próvtakarin hevur fingið førleikar í at seta kritiskar spurningar, í gjølliga at greina ymisk samfelagsviðkomandi evni og at framleiða viðkomandi vitan innan sítt fakøki. Hann ella hon kann arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum stigi og loysa sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta stigi, eins og viðkomandi kann arbeiða væl saman við øðrum í arbeiðsbólkum.

Harumframt kann próvtakarin taka á seg miðlan av gransking og av granskingargrundaðari vitan, umframt kjakast um hesi viðurskifti við fakfelagar, eins væl og við ikki-serfrøðingar. Hann ella hon kann taka á seg greiningaruppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, her undir at finna væl grundaðar loysnir á kompleksar samfelagsligar avbjóðingar.

Framhaldandi útbúgving

Við M.A. útbúgving í søgu ert tú væl fyri til víðari lestur á ph.d.-stigi.

Umsóknarfreist og umsóknarblað

Til ber at søkja um upptøku elektroniskt. Tú finnur umsóknarbløðini HER.

Sí vinaliga umsóknarfreistirnar HER.

Á síðuni eru eisini lagdar leiðbeiningar til umsóknarbløðini. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Firouz Gaini, útbúgvingarleiðara, firouzg(at)setur.fo, tlf 299438