Metodologi

Metodologi skeiðið fevnir um 10 ECTS og er felags fyri tær tríggjar útbúgvingarnar innan mastelæruskipanina. 

Aftaná lokið skeið, eigur tú at megna: 

  • At greiða frá dynamiska samspælinum millum vísind og samfelag.
  • At gera kritiskar metodologiskar reflektiónir, tvs. at kontekstualisera metodologiskar tilgongdir og val av metodum til samfelagsumstøður, teori og problemformulering. 
  • At skipa tankar um framleiðslu og eftirmeting av vísindaligum tilfari.
  • At umhugsa tær etisku dimensiónirnar av metodologi og framleiðslu av vísindaligari/akademiskari vitan í heila tikið.