M.Sc. í fólkaheilsu

Skeiðslisti

8700.14

Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg

Endamálið við skeiðinum er at lesandi, - ogna sær innlit í og vitan um ymisku vísindaligu greinirnar - skilja týdningin av valdum tilgongdum í mun til heilsuvísindaliga gransking - ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantiativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi. - menna sjálvstøðugt uppskot til granskingarprotokoll fyri kanning innan heilsuvísindi við hóskandi háttalagi Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8709.17

Fólkaheilsa, samfelag og mentan

Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær innlit í og vitan um fólkaheilsu, heilsupolitik, samfelagslig og mentunarlig viðurskifti(r) í Føroyum. Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8710.17

Heilsugransking

Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær innlit í og vitan um ymisk sløg av heilsugransking, hvussu heilsugranskingar-verkætlanir verða lagdar til rættis og hvørji háttaløg vanliga verða nýtt. - at lesandi ogna sær vitan um gransking í sjúkum har títtleikin er hægri í Føroyum enn øðrum londum, og um samspælið ímillum umhvørvisárin og arvalig viðurskifti. - at lesandi ogna sær vitan um samspælið ímillum heilsu og lívstílstættir herundir kostinntøku og kropsliga venjing. - at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska heilsugransking og førleika at meta um og menna uppskot til nýggja granskingarverkætlan. - Skeiðið er grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8711.17

Masterritgerð í heilsuvísindum

Masterritgerðin skal skjalfesta, at lesandi vísir førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir.

8712.18

Kvalitativ granskingarháttaløg innan fólkaheilsuvísindi

Endamálið við skeiðinum er at lesandi, - skilja týdningin av vísindaástøði sum grundgeving fyri val av kvalitativum háttaløgum - ogna sær førleika at arbeiða við kvalitativum háttaløgum innan heilsuvísindi á master stigi - menna førleika at meta vísindaligar greinar sum nýta kvalitativ háttaløg og - menna førleika at skriva eitt review innan sjálvvalt evni innan folkaheilsuvísindi

8713.18

Grundskeið í hagfrøði

Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í hagfrøði sum háttalag innan fólkaheilsuvísindaliga gransking og førleika at greina hagfrøðislig viðurskifti - At lesandi ogna sær førleikar at skyna millum og brúka deskriptiva og analytiska hagfrøði - At lesandi menna praktiskar førleikar at brúka hagfrøði sum háttalag við atlit til granskingarverkætlan innan egið áhugaøki / fakøki, og at meta um hagfrøðisligar analysur í vísindaligum arbeiði Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8714.18

Epidemiologi

Endamálið við skeiðinum er, - At lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í epidemiologiini og førleika at greina viðurskifti innan epidemiologiini - At lesandi menna førleika kritiskt at lesa og meta um vísindaligar epidemiologiskar tekstir - At lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundað amboð at brúka epidemiologi sum háttalag við atlit til granskingarverkætlan innan egið áhugaøki/arbeiðsøki Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8715.18

Gerontologi

Endamálið við skeiðinum er, - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at greina týdningarmikil viðurskiftir innan gerontologi - at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan og førleika at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk fyri eldri borgarar - at lesandi menna førleikar og ogna sær vísindagrundaða amboð at menna praksis innan økið í Føroyum Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning innan heilsuvísindaliga gransking í komandi skeiðum.

8716.18

Immunologi og autoimmunar sjúkur

Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um immunskipanina og autoimmunar sjúkur; og gerast før fyri at meta um og kjakast um konsekvensir fyri fólkaheilsuna og lívskvalitet av hesum sjúkum. Í einum breiðari perspektivi skulu lesandi gerast før fyri meta um og brúka dygdar keldur til vitan um immunologi og autoimmunar sjúkur.