M.Sc. í heilsuvísindum

Master of Science in Health

  • Gev gætur: Útbúgvingin verður boðin út á heysti 2018
  • Lestrartíðin er 4 ár og telur 120 ECTS. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur, men kann eisini lesast sum fulltíðarlestur í 2 ár
  • Lokin útbúgving gevur rætt til heitið Master of Science, stytt M.Sc.
  • Útbúgvingin er staðsett á Sjúkrarøktarfrøðideildini, Jónas Broncksgøta 25, 3.h, Tórshavn
  • Sjúkrarøktarfrøðideildin verður eisini rópt SFD
  • Umleið 24 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • Lestrargjald:
    • Fulltíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
    • Hálvtíðarlestur: Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum 
    • Stakgreinir: 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS
  • Umsóknarbløð og leiðbeining eru at finna HER
  • Umsóknarfreistir eru at finna HER

Endamálið

Endamálið við útbúgvingini er at geva føroyskum almanna- og heilsustarvsfólki í primera og sekundera geiranum førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir, ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum.

Skipan av útbúgvingini

Master utbúgvingin í heilsuvísindum tekur fýra ár og er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár (møguleiki er eisini fyri at lesa fulla tíð í 2 ár).

Í fyrstu lestrarhálvu er dentur lagdur á at læra vísindaástøði og háttalagsfrøði.

Í aðru lestrarhálvu eru so fylgjandi lærugreinir á skrá: heilsuvísindi, samfelag/mentan og heilsa, tjóða og altjóða rættindi, føroysk lóggáva á heilsuøkinum.

Í triðju lestrarhálvu verður farið í dýpdina við heilsugransking.

Fjórða lestrarhálva er valfrítt skeið

Í fimtu lestrarhálvu veður undirvíst í heilsunámsfrøði, fyribyrging og heilsufremjan

Sætta lestrarhálva er aftur valfrítt skeið.

Í sjeyndu og áttandu verður so masterritgerðin skrivað.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva
4.
lestrarhálva
5.
lestrarhálva
6.
lesttrarhálva
7. og 8.
lestrarhálva

Vísinda-
ástøði og
háttalag

15 ECTS

Heilsuvíndi,
samfelag og
mentan.
Etikkur og
lóggáva í
heilsufakligari
praksis og gransking

15 ECTS

Gransking í
Føroyum innan
heilsuvísindi

15 ECTS

Yrkismenning,
valfrítt skeið
(breyt)

15 ECTS

Heilsu-
námsfrøði,
heilsuframi
og fyribyrging

15 ECTS 

Yrkismenning,
valfrítt skeið
(breyt)

15 ECTS

Master-
ritgerð

30 ECTS

 

Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi bert taka 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi kann taka 30 ECTS.

Innihald

Heilsuvísindi umfata og viðgera heilsu og umsorgan í einum tvørfakligum perspektivi og hava fokus á tørvin hjá tí einstaka menniskjanum, sum tørvar hjálp ella stuðul til at endurvinna ella varveita heilsu. Av tí at heilsuvísindi eru eitt tvørfakligt øki, innganga fleiri ymiskar vísindagreinir, og samspælið millum hesar er í fokus.  

Megingreinirnar eru vísindaástøði, háttalagsfrøði og heilsugransking, samfelagsviðurskifti og heilsa, fyribyrging og heilsuframi.

Dentur verður lagdur á tvørfakligheit og spurdómsrættaðar tilgongdir, umframt kritiska støðutakan.

Til serøkið verður dentur lagdur á heilsugransking úr hugvísindaligum, samfelagsligum og nátturuvísindaligum sjónarhorni, alt eftir spurdómi og evnisøki.

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur eitt fakligt grundstøði í tvørvísindaliga økinum heilsuvísindi, ið við valfríum eindum ger tað møguligt hjá tí lesandi at skapa sær ein egnan fakligan profil, til dømis innan fólkaheilsu, kliniskari sjúkrarøkt, sosialari heilsu ella meiri fakspesifik øki sum til dømis rehabilitering, gerontologi, psykiatri o.a..

Próvtøkur

Vanliga verður skipað fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú í sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrki, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.

Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið í heilsuvísindum á masterstigi á Fróðskaparsetrinum ella lisið master í fólkaheilsu, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini flutt inn í útbúgvingina.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur førleikar til størv innan primera og sekundera geiran, sum krevja greinandi, fakligan førleika á masterstigi, t.d. leiðandi størv við serligum atliti til menning og samskipan av heilsutiltøkum bæði innan primera og sekundera heilsuøkið, almannaverkið, starvsfólkamenning og menning av heilsu- og almannaverkinum sum útbúgvingarstað.

Framhaldandi útbúgving

Við hesi útbúgving mennist tann lesandi til víðari lestur á ph.d.-stigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Ásu Róin, útbúgvingarleiðara á telduposti asar(at)setur.fo ella á tlf. nr. 292254

,