Skriva út
13 nýggjar master í heilsuvísindum
Týs- og mikudagin í hesi vikuni vóru 13 kvinnur, sum vardu ritgerð í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Eftir fýra ár við hálvtíðarlestri kunnu hesar nú kalla seg master í heilsuvísindum. Sum enda á útbúgvingini hava tær skrivað masterritgerð og evnini tær hava valt at arbeiða við eru bæði viðkomandi og spennandi. Eitt nú eru hesi innan psykiatri, bráðfeingis sjúkrarøkt, heimarøkt og krabbameinsviðgerð/røkt. Við hesum hava tær eisini verið við til at lyfta og geva eitt betri innlit í sera viðkomandi partar av føroyskum heilsuvísindum.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og bestu eydnu framyvir.
Tikið verður inn aftur til master í heilsuvísindum til heystið 2018, har umsóknarfreistin er 1. juli.
Nærri kunning HER
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...