Skriva út

Cambridge skeið á Fróðskaparsetri Føroya

Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út skeið í enskum. Skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við Cambridge English Language Assessment. Talan er um skeiðini Cambridge English: Advanced og Cambridge English: Proficiency


Cambridge English: Advanced verður hildið frá 24. oktober 2013 til juni 2014 og undirvísingin er hósdagar kl. 13.00 – 16.00. Fortreytir fyri at luttaka er miðnámsstig A/B ella samsvarandi kunnleiki, eitt nú Cambridge English: First -royndin, førleiki í at nýta málið, talað og skrivað.

Cambridge English: Proficiency verður hildið frá 23. oktober 2013 til juni 2014  og undirvísing er mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Fortreytir fyri at luttaka er, at Cambridge English: Advanced, málsligt students-. HF-, HH-prógv ella samsvarandi er staðið, eins og góður førleiki at nýta málið.

Skeiðsgjaldið er kr. 3.000. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðbyrjan. Harafturat kemur próvtøkugjald, fyri Cambridge English: First kr. 1.300, fyri Cambridge English: Advanced kr. 1.400 og fyri Cambridge English: Proficiency kr. 1.500.  Bæði skeiðs- og próvtøkugjøld skal flytast á konta 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, viðm. navn og skeið.

Lærari er Sharon Christiansen og undirvíst verður á Fróðskaparsetur Føroya,  Jónas Broncks gøtu 25, 4.hædd, 100 Tórshavn. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast her ella á Setursskrivstovuni, tlf. 352500.

Próvtøkur eru juni 2014

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Tilmelding er á www.setur.fo, har tilmeldingarskjal er at finna. Tilmeldingarfreist 11. oktober  2013.