Skriva út

Cambridgeskeið á Fróðskaparsetri Føroya

Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út skeið í enskum. Skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við Cambridge English Language Assessment. Talan er um skeiðini Cambridge English: First og Cambridge English: Proficiency


Cambridge English: First verður hildið frá 30. oktober 2014 til juni 2015 og undirvísingin er hósdagar kl. 13.00 – 16.00. Fortreytir fyri at luttaka eru 10. floks støði ella samsvarandi kunnleiki, ávísur førleiki í at nýta málið, talað og skrivað.

Cambridge English: Proficiency verður hildið frá 29. oktober 2014 til juni 2015  og undirvísing er mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Fortreytir fyri at luttaka eru staðið Cambridge English: Advanced, málsligt students-. HF-, HH-prógv ella samsvarandi er staðið, eins og góður førleiki at nýta málið.  

Skeiðsgjaldið er kr. 3.000. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðbyrjan. Harafturat kemur próvtøkugjald, fyri Cambridge English: First kr. 1.300, fyri Cambridge English: Advanced kr. 1.400 og fyri Cambridge English: Proficiency kr. 1.500.  Bæði skeiðs- og próvtøkugjøld skal flytast á kontu 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, viðmerk navn og skeið.

Lærari er Sharon Christiansen og undirvíst verður á Fróðskaparsetri Føroya,  Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd, 100 Tórshavn. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast her ella á Setursskrivstovuni, tlf. 352500.

Próvtøkur eru juni 2015.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Tilmelding er á www.setur.fo, har tilmeldingarskjal er at finna.