Fyrstu master í heilsuvísindum
26.01.2018
Skriva út

Fyrstu master í heilsuvísindum

Fríggjadag 26. januar vóru Katrin á Lakjuni og Tóra Róin, sum fyrstu masterlesandi í heilsuvísindum, til próvtøku á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya


Katrin og Tóra vardu masterritgerð sína "Patients’ self-care and knowledge about heart failure improves following nurse educational intervention. A prospective study from the Faroe Islands". Tær báðar eru soleiðis tær fyrstu master í heilsuvísindum í Føroyum.

Tær hava kannað, um undirvísing og interventión frá sjúkrarøktarfrøðingum ber við sær betri eginumsorgan og størri vitan hjá sjúklingum við hjartasviknan í Føroyum.

Vegleiðari á ritgerðini var Marin Strøm, lektari á deildini, og Ása Róin, adjunktur, er útbúgvingarleiðari á master í heilsuvísindi.

Tikið verður inn aftur til master í heilsuvísindum til heystið 2018, har umsóknarfreistin er 1. juli.
Nærri kunning HER