Skriva út

Gjaldskeið í løgfrøði

Enn eru nøkur pláss tøk til gjaldskeið í løgfrøði


Eins og vanligt er, verða skeiðini hesa lestrarhálvuna á MA útbúgvingini í løgfrøði boðin út sum gjaldskeið. Enn eru nøkur pláss tøk á fylgjandi skeiðum masterskeiðum.:

  1. Kollektivur arbeiðsrættur, undirvísari Kristoffur Laksá
  2. Fíggjarrættur, undirvísari Óli M. Hansen
  3. Føroyskur skattarættur, undirvísari Eyðfinnur Jacobsen

Undirvíst verður í høli 1, 4. hædd, J. Broncksgøtu 25

Kostnaður fyri masterkseið er 6.000 DKK.

Tilmeldingarfreistin er 4. september 2017

Umsóknarblað kann takast niður HER

Skeiðslýsingarnar eru at finna HER

Undirvísingarætlan er at finna HER

Gevið gætur at talan er um avmarkað pláss, serliga í Kollektivum arbeiðsrætti.

Umframt hetta eru eisini pláss á bachelorskeiðinum

  • Grundleggjandi fyrisitingarlóg, undirvísari Torkil Rasmussen.

Tilmeldingarfreistin er 4. september 2017

Skeiðslýsingarnar eru at finna HER

Undirvísingarætlan er at finna HER

Undirvíst verður í høli 1, 3. hædd, J. Broncksgøtu 25

Skeiðini hóska væl til øll, ið hava við lóggávu at gera í sínum starvi, ynskja at eftirútbúgva seg í løgfrøði ella annars hava áhuga í løgfrøði.

Tað er IKKI neyðugt við upptøkuroynd fyri at taka gjaldskeið í løgfrøði.

Kunning um upptøku v.m. fast við at venda sær til Sylviu Zachariassen skrivara á Søgu- og samfelagsdeildini á sylviaz(at)setur.fo.