Lestrarskrivstovan og Altjóða Skrivstovan fluttar
Lestrarskrivstovan og Altjóða Skrivstovan halda ikki longur til í J.C. Svabos gøtu 7, men eru fluttar niðan í Gróthúsið í J.C. Svabos gøtu 14, har sum Setursskrivstovan, fyrisitingin á Setrinum, er staðsett.
Lestrarskrivstovan og Altjóða Skrivstovan, sum nú í tvey ár hava hildið til í beige-litta húsinum í J.C. Svabos gøtu 7, eru nú fluttar saman við Setursskrivstovuni í Gróthúsinum í J.C. Svabos gøtu 14 við síðuna av Landsbókasavninum. Vónandi leggur henda samanlegging lunnar undir eina enn virknari og sterkari fyrisiting og betri tænastur á Setrinum.
Lestrarskrivstovan og Altjóða Skrivstovan eru staðsettar í miðhæddini beint fram, har sum ein kemur inn gjøgnum høvuðsdyrnar. Í innaru gongini er móttøka, har til ber at ringja við klokku eftir fólki, um eingin situr í móttøkuni.
Lestrarskrivstovan
Lestrarskrivstovan - á Setrinum ofta rópt LSS - varð stovnsett á vári í 2015. Eindin er partur av miðfyrisitingini og leiðari á Lestrarskrivstovuni er Elin Brimheim Heinesen.
Endamálið við Lestrarskrivstovuni er at røkja kunnandi, vegleiðandi, fyrisitingarligar og fakligar uppgávur við serligum atliti at lestrarviðurskiftunum hjá komandi, verandi og farandi lesandi. LSS skal saman við øðrum fyrisitingarligum eindum virka fyri øktum tænastustøði fyri lesandi, starvsfólk og gestir hjá Setrinum.
Tey, ið hava tørv á einhvørjari stuðulstænastu, eru tí vælkomin at seta seg í samband við Lestrarskrivstovuna.
Les meira um Lestrarskrivstovuna, telefon- og upplatingartíðir HER.
Altjóða Skrivstovan
Altjóða Skrivstovan - eisini rópt ASK - er partur av Lestrarskrivstovuni á Setrinum. Leiðari á ASK er Holger Arnbjerg.
ASK gevur vegleiðing til lesandi. Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni er slagorðið hjá ASK.
ASK kann vegleiða teg um tínar møguleikar, um tú ætlar tær at útbúgva teg í Føroym ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Til ber eisini at ringja/skriva teldupost og avtala aðra tíð; tað kann vera ein fyrimunur, tí so ber til at fyrireika svarið til júst tín fyrispurning.
Les meira um Altjóða Skrivstovuna, telefon- og upplatingartíðir HER.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...