Orku- og umhvørvisverkfrøði á Fróðskaparsetrinum
Í Føroyum er at kalla øll orkunýtsla grundað á olju. Miðað eigur at vera eftir at økja orkuframleiðsluna úr varandi orkukeldum munandi og minka sum mest um orkuspill.
Hetta hevur týdning fyri okkara búskap, orku sjálvbjargni og lutfalsligu ávirkan á globala veðurlagið.
Føroyska økið er eitt tað orkuríkasta innan aldu, rák og vind í heiminum. Munandi menning av orkuveiting frá varandi orkukeldum vil vera við til at seta Føroyar á heimskortið sum eitt burðardygt samfelag.
Tað er týdningarmikið at menna førleika í Føroyum til at gagnnýta egnar varandi orkukeldur. Fróðskaparsetrið hevur tí ment eina nýggja verkfrøði útbúgving innan varandi orku og umhvørvi, ið skal byrja eftir summarfrítíðina í ár. Hetta er ein 3 ára bachelorútbúgving við møguleika at taka hálvt ár á útlendskum universiteti. Útbúgvingin gevur breiða vitan um burðardygga orku, og tekur serstakt atlit til varandi orkukeldur í okkara egna umhvørvi.
Í útbúgvingini verður lært um fyrimunir og vansar við ymiskum orkukeldum, m.a. sæð úr orkuveitingarligum og umhvørvisligum sjónarhorni. Útbúgvingin endar við eini sjálvstøðugari verkætlan, har tann lesandi innsavnar tilfar, viðgerð tað vísindaliga og skrivar eina bachelor ritgerð um arbeiðið. Verkætlanin kann verða gjørd í samstarvi við eitt virki ella ein stovn uttan fyri Fróðskaparsetrið.
Í menningini av útbúgvingini hevur Fróðskaparsetrið samskift um innihaldið við stovnar og virki, ið kunnu hugsast at seta fólk í starv, sum hava lokið útbúgvingina. Somuleiðis hevur Fróðskaparsetrið samskift við útlendsk universitet um, hvørt lesandi, ið hava tikið útbúgvingina, kunnu verða tikin inn til framhaldandi kandidatútbúgvingar hjá teimum. Allir partar hava víst útbúgvingini jaligan áhuga. Tað er t.d. fingin afturmelding frá Danmarks Tekniske Universitet, DTU, um, at bachelorar í Orku- og umhvørvisverkfrøði kunnu halda fram beinleiðis til fýra verkfrøðingaútbúgvingar á DTU. Hesar eru “Vindenergi”, “Miljøteknologi”, “Bæredygtig Energi” og “Geofysik og Rumteknologi”.
Meiri sæst um útbúgvingina og upptøkutreytirnar á www.setur.fo
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...