Skriva út

Skeið í enskum

Nú nærkast tilmeldingarfreistin til skeið í enskum, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út í heyst. Skeiðið er í samstarvi við University of Cambridge ESOL Examinations.


Lærari verður Sharon Christiansen. Skeiðsstaður er Fróðskaparsetur Føroya,  Jónas Broncks gøtu 25, 4.hædd, 100 Tórshavn.

Cambridge First Certificate in English
verður hildið í tíðarskeiðnum frá 25. oktober 2012 til mai/juni 2013, samanlagt 31 vikur. Undirvíst verður hósdagar kl. 13.00 – 16.00. Fortreytin fyri luttøku er 10. floks støði ella samsvarandi kunnleiki, ávísur førleiki í at nýta málið, talað og skrivað.

Cambridge Certificate of Proficiency in English verður hildið í tíðarskeiðnum frá 24. oktober 2012 til mai/juni 2013, samanlagt 31 vikur. Undirvíst verður mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Fortreytin fyri luttøku er staðið “Advanced English”, málsligt students-. HF-, HH-prógv ella samsvarandi, góðan førleika at nýta málið.
       
Næmingatalið er avmarkað. Próvtøka verður mánaðarskiftið mai/juni 2013.

Tilmeldingarskjal til skeiðið er her og er tilmeldingarfreistin 5. oktober  2012. Skeiðsgjaldið er kr. 3.000,00, umframt próvtøkugjald sum er:

•    First Certificate in English kr. 1.300
•    Certificate in Advanced English kr. 1.400
•    Certificate in Proficiency in English kr. 1.500

Skeiðs- og próvtøkugjøld skulu flytast á konta 9870 – 428.097.1 í Suðuroyar sparikassa, viðmerkt navn og skeiðsheitið. Gjaldast skal í seinasta lagi við skeiðsbyrjan.

Upplýsingar um skeiðið finnast her. Eru spurningar ber til at ringja á tlf. 352500 ella skriva til setur(at)setur.fo.