Upptøkuroynd til løgfrøði
Tey, sum ætla sær at lesa MA í løgfrøði, skulu til upptøkuroynd 26. juni
Setrið tekur í ár 10 lesandi upp til masterútbúgvingina í løgfrøði, og freistin at søkja er 1. juli. Teldutøkt umsóknarblað finst her.
Sum nakað nýtt verður í ár eisini ein skrivlig upptøkuroynd, ið varir fýra tímar. Royndin verður mánadagin 26. juni kl. 13.00-17.00 í Jónas Broncksgøtu 25. Tað ber eisini til at fara til upptøkuroyndina í Keypmannahavn somu (føroysku) klokkutíð.
Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari, sigur, at upptøkuroyndin broytir ikki vanligu upptøkutreytirnar. Áhugað skulu framvegis senda inn umsókn, og upptøkukravið er, at umsøkjarin frammanundan hevur bachelor í løgfrøði ella annan bachelor ella samsvarandi við løgfrøðiligum skeiðum ella royndum.
– Eftirsum plássini eru so fá, so brúka vit upptøkuroyndina sum eitt grundarlag saman við prógvum og øðrum at velja teir umsøkjarar frá, sum pláss ikki verður fyri, sigur Bárður Larsen.
Útbúgvingarleiðarin upplýsir, at upptøkuroyndin miðar ímóti at fáa eina mynd av, hvussu væl umsøkjarin er fyri í almennum førleikum, ið hava serligan týdning fyri løgfrøðilestur.
– Her verður hugsað um slíkt sum almenna vitan um viðurskifti, ið eru serliga viðkomandi fyri løgfrøði, førleikar at skriva og evnini at loysa trupulleikar og at grundgeva fyri ymiskum loysnum á gerandisligum ella politiskum trupulleikum, har rætta svarið ikki er upplagt, sigur Bárður Larsen.
Tey, ið skulu til royndina, skulu
- møta í seinasta lagi ein hálvan tíma, áðrenn royndin byrjar
- hava samleikaprógv við og
- hava egna farteldu við
Tann, sum ætlar sær at lesa MA í løgfrøði, skal sostatt bæði lata inn umsókn og fara til upptøkuroynd. Tað ber til at fara til upptøkuroyndina, sjálvt um tú ikki (enn) hevur latið inn umsókn. Umsóknarfreistin er 1. juli á midnátt, t.e. lítla viku eftir, at upptøkuroyndin hevur verið.
Tey, ið fara til royndina í Føroyum, nýtast ikki at siga frá frammanundan, bara møta upp rættstundis. Umsøkjarar, ið ætla at møta til upptøkuroyndina í Keypmannahavn, mugu boða Fróðskaparsetrinum frá í seinasta lagi mánadagin 19. juni kl. 12 umvegis hesa teldupostadressu: bardurl[at]setur.fo
Upptøkutreytirnar eru lýstar undir yvirskriftini 'Upptøkutreytir' á hesum leinki.
Ása Hammershaimb Christiansen lesur á Søgu- og Samfelagsdeildini. Hoyr hennara uppliving av deildini her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...