Nýggir útbúgvingarmøguleikar á Náttúruvísindadeildini
16.05.2017
Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan Til lesandi
Skriva út

Nýggir útbúgvingarmøguleikar á Náttúruvísindadeildini

Í 2017 verða tveir nýggir útbúgvingarmøguleikar á Náttúruvísindadeildini - ein bachelorútbúgving í orkuvísindum og ein samansett bachelorútbúgving í orkuvísindum og støddfrøði verða boðin út í summar.


Í 2017 tekur Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum inn studentar til BSc í orkuverkfrøði, BSc í orkuvísindum, BSc í orkuvísindum og støddfrøði umframt til hjánám í støddfrøði.

BSc í orkuverkfrøði

Útbúgvingin í orkuverkfrøði hevur verið boðin út fleiri ferðir fyrr, og er ein 3 1/2 ára verkfrøðiútbúgving á bachelorstigi við serligum atliti at orku. Útbúgvingin hevur eitt hálvt ára starvsvenjing. Útbúgvingin verður vanliga boðin út annaðhvørt ár.

BSc í orkuvísindum

Útbúgvingin í orkuvísindum er nýggj. Hon er ein 3 ára universitetsútbúgving á bachelorstigi, og hevur ikki nakra starvsvenjing. Útbúgvingin hevur skeið frá orkuverkfrøði, men færri av hesum skeiðum eru kravd. Hetta gevur eitt ávíst frælsi at velja skeið frá øðrum útbúgvingum, og t.d. leggja meiri dent á umhvørvi ella lívfrøði. Hendan útbúgvingin verður væntandi boðin út aftur um tvey ár.

BSc í orkuvísindum og støddfrøði

Útbúgvingin í orkuvísindum og støddfrøði er eisini nýggj. Hon er ein 3 ára universitetsútbúgving á bachelorstigi, sum sameinir orkuvísindi og støddfrøði og gevur studentinum hjánám í støddfrøði. Hetta ger, at studenturin kann fara meira í dýpdina við avbjóðingum í orkuspurningum og alisfrøði, ið krevja stórt støddfrøðiligt innlit, umframt at til ber at lesa støddfrøði víðari, ella at eftir lokna masterútbúgving ber til at undirvísa í støddfrøði á miðnámsskúla.

Hjánám í støddfrøði

Hjánám í støddfrøði varð boðið út fyrstu ferð í 2016. Tað er ein parttíðarútbúgving í 3-4 ár. Til ber at arbeiða við síðuna av lestrinum, ella sameina lesturin við høvuðsgrein í øðrum faki. Studentur við høvuðsgrein í øðrum faki og hjánámi í støddfrøði hevur fakligan førleika at undirvísa í støddfrøði á miðnámi. Eisini ber til at lesa víðari støddfrøði við onnur universitet. Støða er ikki tikin til, um hendan útbúgvingin verður boðin út aftur um tvey ella fýra ár.

Meiri kunning

Leinki til meira um útbúgvingarnar:

Um tú ynskir at vita meira, kanst tú venda tær til Bárð A. Niclasen (bardurn(at)setur.fo), útbúgvingarleiðara fyri orkuverkfrøði og orkuvísindum, ella Gunnar Restorff (gunnarr(at)setur.fo), útbúgvingarleiðara fyri støddfrøði.