Skriva út

Skiftislestur

Um at lesa bæði í Føroyum OG uttanlands

Sum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Tín deild er møguliga partur av einum norðurlendskum netverki og hevur samband við onnur universitet í Norðurlondum.

Spyr lestrarvegleiðaran á deildini um møguleikarnar á tíni útbúgving.

Deildin, ið tú gongur á, skal góðkenna lærugreinarnar, ið tú ætlar at taka á øðrum lærustovni, og á tann hátt tryggja, at tær samsvara við tína útbúgving á Setrinum (ein fyribils góðkenning).

Setrið viðmælir tær at taka av hesum skiftismøguleikum. Altjóða Skrivstovan vegleiðir um møguleikar og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.

Til høgru eru leinki til ymiskar møguleikar fyri skiftislestri.