Skriva út

B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

Bachelor of Social Science in Politics and Administration
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teim lesandi fjølbroytta vitan og innlit í politisk og umsitingarlig viðurskifti við serligum denti á tær avbjóðingar, sum smátjóðir møta í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.

Politikkur og umsiting er fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur verður skaptur, reguleraður og broyttur.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
(heyst)
2.
lestrarhálva
(vár)
3.
lestrarhálva
(heyst)
4.
lestrarhálva
(vár)
5.
lestrarhálva
(heyst)
6.
lestrarhálva
(vár)

Sosiologi 

10 ECTS

Føroysk nútíðarsøga

10 ECTS

Stjórnmál og almennur politikkur

10 ECTS

Vallærugrein I

10 ECTS

Komparativur
politikkur 

10 ECTS

Altjóða
politikkur

10 ECTS

Stjórnmálafrøði

10 ECTS

Búskapur og samfelag

10 ECTS

Politisk
ástøði og
idesøga 

10 ETCS

Háttalag II

10 ECTS

Vallærugrein II 

10ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttaløg

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II 

10 ECTS

Almenn umsiting

10 ECTS

 

 

Valskeið á 4. lestrarhálvu:

Demokrati, valskipanir og veljaraatferð

6112.23 Umhvørvissøga

6317.23 Organisatiónsgreining

6321.21 Arkivkunnleiki


Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin í søgu tekur trý ár. Nøkur skeið eru kravd, og nøkur ber til at velja eftir egnum áhuga.

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har lærugreinirnar í ávísan mun eru tær somu sum í hinum bachelorútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini 'Søga' og 'Sosialvísindum og samfelagsplanlegging'.

Útbúgvingin endar við eini B.S.Sc.-ritgerð.

Innihald

Útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum eru tvørvísindaligar, ið merkir, at tað verður tikið støði í praktiskum søgu- og samfelagsligum viðurskiftum við stórum denti á spurdómsstýrda læring.

Tey lesandi ganga til nógvar fyrilestrar, men harafturat læra tey eisini sjálvstøðugt arbeiðslag, samstarv og kritiska støðutakan - ikki minst gjøgnum verkætlanararbeiði.

Undirvíst verður m.a:

  • um samfelagsvísindalig ástøði og háttaløg
  • um tvørvísindi og verkætlanararbeiði
  • um føroyskan og altjóða politikk
  • um stýrisskipanir, demokrati og vald
  • um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Við útbúgving í politikki og umsiting ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin, tú kanst millum annað starvast innan: politikk, almenna umsiting, ella á privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

B.S.Sc. útbúgvingin í politikki og umsiting gevur grundarlag fyri framhaldandi lestri á masterstigi, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðara, jensj@setur.fo