Frá vinstru framman: Erika Dortea Høgnadóttir, SSD, forfólk, Dagný Hammer Matras, NÁD, varaforfólk, Paul Kjartan Matras, SSD, skrivari, Hans Martin Gaard, SSD, kassameistari, Gunnvør Hoydal Brimnes, FMD, Páll Magnus í Baianstovu, NÁD, Regin Olsen, NVD og Rói Johannesen, SSD
Skriva út

Ráð teirra lesandi

Ráð Teirra Lesandi virkar fyri betri lestrarumhvørvi og lestrarlívi fyri tey lesandi.

Hetta ger ráðið við millum annað at vera í tøttum samskifti við leiðsluna á Setrinum, umframt at ráðið kann taka upp mál, sum lesandi vilja hava ráðið at viðgera.

Ráð Teirra Lesandi verður skipað við tveimum umboðum fyri hvørja deild á Setrinum.

Ráð Teirra Lesandi verður valt á hvørjum árið.

Ráð Teirra Lesandi skipar javnan fyri tiltøkum, so sum pubquiz og hugna fyri lesandi.

Um spurningar ella hugskot eru til Ráð teirra lesandi, so eru tit vælkomin at senda ein teldupost ella at ringja til formannin.