Skriva út

B.Ed. sum námsfrøðingur

Bachelor of Education in Pedagogical Development
  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Námsvísindadeildin (NÁD)
  • Tal á Lesandi 35
  • ECTS 240
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK / ETCS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva námsfrøðingar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta,
menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og
vaksnum. Ein útbúgvin námsfrøðingur skal somuleiðis vera førur fyri at grunda yvir og
meta um námsvísindaligar meginspurningar

Bygnaður

1.árið

2.árið3.árið4.árið

Líváskoðan og siðalæra

5 ECTS

Málmenning

10 ECTS

1. linjuval

30 ECTS

3. linjuval

30 ECTS

Føroyskt

10 ECTS

Vísindaástøði

5 ECTS

Barna- og ungdómsmentan

5 ECTS

Sjálvstøðug

einsæris

starvslæra

15 ECTS

Námsfrøðilig sálarfrøði

10 ECTS

Kreativt námsfrøðiligt virksemi

10 ECTS

2. linjuval

30 ECTS

Námsfrøði og didaktikkur I

15 ECTS

Menniskja, stovnur og samfelag

10 ECTS

B.ED. ritgerðin

15 ECTS

Námsfrøði og didaktikkur II

15 ECTS

Serøkið I

10 ECTS

Serøkið II

15 ECTS


Skipan av útbúgvingini

Fyrstu tvey lestrarárini á útbúgvingini byrja við grundfakum. 3. og 4. lestrarárið er bygt upp við linjulestur, har tann lesandi skal lesa tríggjar linjur.  Møguleiki er at lesa eina linju uttanlands. Í seinnu helvt av fjórða lestrarári verður arbeitt við eini bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

1. lestrarár er skipað við undirvísing í grund-fakum, har ymisk vitanarøki innan menning, námsfrøði, námsfrøðiligari sálarfrøði og sosialisering í sambandi við børn og ung. Eisini verður undirvíst í vísindaástøði og í lívsáskoðan og siðalæru. Harumframt verður undirvíst í grundleggjandi føroyskum kunnleika.

2. lestrarár er savnað um ávís kjarnuøki. Fyrra hálvárið er savnað um serøkið, seinna hálvárið um skeiðini: 
   1) barna og ungdómsmentan,
   2) kreativt námsfrøðilig virksemi,
   3) málmenning og mentan og 
   4) menniskja, stovnur og samfelag.

3. og 4. lestrarár eru linjulestur, har tey lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan innan ávís fakøki.

Tann lesandi skal  velja 3 av 6 møguligum linjum, sum eru:

  1. Sernámsfrøði
  2. Skúlabúgving/innskúling
  3. Heilsa, kroppur og rørsla
  4. Námsfrøðilig leiðsla
  5. Smábarnafrøði
  6. Kreativt námsfrøðiligt arbeiði
  7. Náttúra og mentan

Á trimum av omanfyri nevndu linjunum, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling og námsfrøðiligari leiðslu, er samlestur millum námsfrøðinga- og læraralesandi.

Innihald

Á grundskeiðunum  verður dentur lagdur á námsfrøðiligan, sálarfrøðiligan og almenndidaktiskan førleika, sum saman við einum kunnleika um sosialisering, gevur lesandi eina grundleggjandi fatan av námsfrøðiliga arbeiðinum. Tey lesandi skula læra at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjanum.

Á linjulestrinum skal tann lesandi nema sær fakliga, námsfrøðiliga og didaktiska servitan og førleika at skipa fyri námsfrøðiligum virksemi á høgum stigi á dag- og serstovnum.

Tá linjulestur er í 3. og 4. lestrarárinum, er tað møguligt hjá tí lesandi, at lesa ein part av lestrinum uttanlands.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalastiga.  Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru innan námsfrøðiliga øki, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi, og á nógvum økjum innan serøkið.

Framhaldandi útbúgving

B.Ed.-lesturin gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan námsfrøðiliga og didaktiska økið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: irenat@setur.fo, ella við at venda tær til Anniku Antoniussen, útbúgvingarleiðara, annikaa@setur.fo