
Fyrsti lestrardagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í 2024
383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár
Nú Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya hevur talt ársins umsóknir, er talið so at siga tað sama sum í fjør, men KT-verkfrøði hevur gjørt eitt gott hál
Í ár hava 383 søkt um at fáa lestrarpláss á Setrinum samanborið við 379 í 2024.
20 fleiri hava søkt um pláss at lesa bachelor í KT-verkfrøði í ár, so talið er tilsamans 35. Hetta er sera gott, tí stórur eftirspurningur er eftir útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við.
Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum. Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss har samanborið við 15 í 2023.
18 færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina, sum tó hevur 55 umsóknir og tí meira enn nóg mikið til tey umleið 35 plássini, sum eru, og trý fleiri hava søkt inn á námsfrøðiútbúgvingina, sum hevur fingið 42 umsóknir. Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina nýggja diplomútbúgving í Námsfrøði, sum er til fólk, sum eru í arbeiði. Meira verður at frætta um hana seinni.
At bara ein umsókn er til masterlestur í Føroyskum kemst ivaleyst av, at fá vóru á bachelorútbúgvingini fyri nøkrum árum síðani, og tí er tað at frøast um, at vend tykist vera komin í, soleiðis at 14 søktu í fjør og 16 nú í ár.
Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 11. juli.
Fyrst í august verður latið upp aftur fyri umsóknum til útbúgvingar, sum hava tøk pláss eftir. Tann umsóknarfreistin verður á midnátt 13. august.
Innleiðsla fyri nýggju studentunum verður mánadagin 18. august.
Útbúgvingar | 2025 | 2024 |
- B.A. í Føroyskum | 16 | 14 |
- B.A. í søgu | 5 | 6 |
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari | 55 | 73 |
- B.Ed. sum námsfrøðingur | 42 | 39 |
- B.S.Sc. í samfelagsvísindum | 9 | 8 |
- B.S.Sc. í stjórnmálafrøði | 8 | 15 |
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði | 19 | 24 |
- B.Sc. í KT-verkfrøði | 35 | 15 |
- B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, summar | 41 | 40 |
- B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, vetur | 28 | 42 |
- B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum |
| 30 |
- B.Sc. í verkfrøði |
|
|
- B.A. í listaligum arbeiði |
|
|
- Bachelor í løgfrøði | 54 | 58 |
- Diplom í web-menning | 4 | 3 |
- Hjánám í føroyskum | 1 | 4 |
- Hjánám í samfelagsfrøði | 4 |
|
- Hjánám í søgu | 2 |
|
- M.A. í Føroyskum | 1 | 6 |
- M.A. í løgfrøði | 8 | 3 |
- M.A. í søgu | 2 | 3 |
- Embætisprógv í lóg |
| 13 |
- M.Sc. í heilsuvísindum |
| 28 |
- M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði | 15 | 16 |
- M.Sc. í dátuvísindum | 12 | 16 |
- Master í leiðslu og skipan | 22 | 15 |
Tilsamans | 383 | 379 |
*Gulu tølini vísa útbúgvingar, sum seinast høvdu upptøku í 2023, so hesi tølini telja ikki við í samlaða talinum av umsóknum fyri 2024. Tó eru tey við fyri at kunna samanbera einstøku útbúgvingarnar eisini
Innleiðsludagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í august í fjør. Her eru tað starvsfólk á Lestrarskrivstovuni, sum taka ímóti og skriva nýggj lesandi inn