University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gjógv2025

Summarstudentar á útferð við Gjógv

FMD
02.07.2025
Føroyamálsdeildin

Norðurlendsk lesandi á summarskeiði

Í tríggjar vikur hava 18 lesandi úr Norðurlondum verið á skeiði í føroyskum á Fróðskaparsetrinum

 

Aftur í ár hevur norðurlendskt summarskeið verið á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Í tríggjar vikur hava 18 lesandi úr Norðurlondum lært føroyskt mál og kunnað seg við føroyskar bókmentir.

Talan er um afturvendandi summarskeið, ið kallast Nordkurs, og sum samstarvandi universitet í Norðurlondum skipa fyri. Skeiðið varir neyvt 3½ viku og endar við próvtøku. 

Endamálið við Nordkurs er at geva mál- og bókmentalesandi í Norðurlondum møguleika fyri at vitja universitet og lesa mál í grannalondunum. Fleiri enn 300 lesandi luttaka hvørt ár. Á skeiðinum er vanligt at fara útferðir og vitja søvn. Á myndini síggjast tey 18 nordkurs-lesandi við Gjógv. 

Iben Nyholm Debess umboðar Fróðskaparsetrið í Nordkurs. Uni Johannesen og stendur saman við Lenu Reinert fyri tí mesta av undirvísingini. Onnur starvsfólk á Føroyamálsdeildini halda fyrilestrar og hava framløgur. Nordkurs verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Lesið meira um Nordkurs her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. 0006 (2)

    Stakskeið: Umsóknarfreist 4. august

  2. Full Kongshøll Lestrarbyrjan 2024

    383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár

  3. 12

    Prógvhandanin 2025 í myndum