Vøkstur í kvotu 2 umsóknartali
15. apríl á midnátt fór freistin fyri at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 114 umsøkjarar hava valt hendan møguleikan.
Møguleikin fyri at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur. Tað eru fyri tey, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv.
Í ár verða samanlagt 11 bachelorútbúgvingar bodnar úr. Og býtið av kvotu 2 umsóknum til hesar útbúgvingar varð soleiðis:
- KT-verkfrøði 10
- Fólkaskúlalærari 29
- Námsfrøði 32
- Sjúkrarøktarfrøði 30
- Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 1
- Politikkur og umsiting 0
- Søga - smátjóðir og altjóðagerð 4
- Føroyskt - mál og bókmentir 1
- Vistfrøði (lívfrøði) 4
- Havlívfrøði 2
- Mýlalívsvísindi (lívfrøði) 1
Samanlagt 114
Til samanberingar, so var talið av kvotu 2-umsóknum í 2017 samanlagt 111. Størsti munurin á talinum á umsóknum til einstøku útbúgvingarnar er til sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði. Í ár eru 30 kvotu 2 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, í mun til 40 í 2017. Hinvegin sæst ein vøkstur til námsfrøði, har talið í 2017 var 19 kvotu 2 umsóknir í mun til heili 32 í 2018 .
Upptøkukravið til bachelorútbúgvingar á Setrinum er gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at tú lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni inni undir teimum einstøku útbúgvingunum.
Freistin til at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli á midnátt.og sum upptøkukrav verður tá einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum hjá umsøkjaranum.
Nærri kunning um upptøku sæst HER
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...