Skriva út
Prent - og kopiskipan til lesandi
Fyri at kunna brúka kopimaskinurnar, skalt tú hava galdandi lestrarnummar/lestrarkort, hava verið á studentaportalinum og fingið loyniorð og hava goldið fyri nýtslu.
Gjaldast kann HER.
Síðuprísirnir eru hesir:
A4 svart/hvítt: kr. 0,15
A4 í litum: kr. 0,45
Aktivering av kvotukorti
Tá tú hevur keypt kvotukort, skulu hesi aktiverast soleiðis:
- Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192
frá teldu á tráðleysa netinum UNI guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum - Tá tú kemur inn í PaperCut skipanina,
skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð - Vel Redeem Card ella Indløs Kort
- Skriva inn nummarið, júst sum tað stendur á kortinum, bæði bókstavir, tøl og strikur
- Trýst ella
- So er tín brúkarasalda dagførd við kvotuni, sum tú keypti
- Tú kanst eisini síggja tína saldu og tína nýtslu á somu heimasíðu
Kopiera, skanna og prenta frá geyma
- Við kopimaskinuna kanst tú vísa tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
(Fyrstu ferð skal brúkaranavn og loyniorð eisini skrivast á skíggjan, so er lykilin skrásettur) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Uttan lykil/kort skal brúkaranavn og loyniorð skrivast hvørja ferð
- Nú ber til at brúka hentleikar í kopimaskinuni, so sum kopiering, skanning og
prenting frá geyma (pdf-fílur) - Tá tú ert liðug/ur, trýst á pílin ovast til høgru fyri at útrita
Prenta frá tínari egnu teldu
WebPrint er ein tænasta til útskriving frá teldum, uttan tørv á at leggja prentdrívarar inn.
- Far inn á heimasíðuna https://PaperCut.setur.fo:9192 frá teldu á tráðleysa netinum
UNI_guest ella onkrum øðrum neti hjá Setrinum
- Skriva títt brúkaranavn (lestrarnummar við punktum) og loyniorð
- Vel Web Print
- Vel Send et Job
- Vel og trýst á
- Skriva tal fyri eintøk og trýst á
- Vel eina PDF-fílu til upload og útskriving og trýst á
- Vel Log Af
--- - Far til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
- Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort
(Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Trýst print release, vel so, hvat skal prentast ella trýst síðani á print
- Trýst á pílin ovast til høgru fyri at útrita
Prenta frá setursteldum
- Frá t.d. Word, vel útskrift á prentaran PaperCut (virtuel) á SRV-PRINT
- Um tú ert innritað/ur á telduna sum gestur, skalt tú uppgeva brúkaranavn og loyniorð til PaperCut .
Um tú fert frá gestatelduni, minst til at útrita gestabrúkaran ella útrita frá PaperCut, høgraklikka á salduskeltið og trýst á Log ud
- Far til eina kopimaskinu við PaperCut stýring
- Vís tín elektroniska lykil/kort (fleiri sløg kunnu brúkast) ella lestrarkort.
(Fyrstu ferð skal navn og loyniorð eisini skrivast) - ... ella skriva títt brúkaranavn og loyniorð
- Trýst á print release, vel so, hvat skal prentast og trýst síðani á print
- Trýst á pílin ovast til høgru fyri at rita út
Hjálp
Um tær tørvar hjálp, vend tær LSS@setur.fo. Um tey ikki kunnu hjálpa, ber til at venda sær til KT-supportina á support@student.setur.fo ella tlf. 292599.