Umboð teirra lesandi í stýrinum
Um val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya
Einaferð um árið, sum oftast í november, verður skipað fyri vali av umboð og varaumboð fyri lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Ein valnevnd mannað við fyrisitingarstjóranum, einum lestrarskrivstovuumboði, og einum umboði fyri Ráð teirra lesandi skipar fyri valinum og kunnar um freistina fyri uppstilling.
Valið
Tey, ið ynskja at stilla upp til val, lata valnevndini váttan um uppstilling í seinasta lagi tvær vikur undan valinum. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til fyrisitingarstjóran.
Tá vallistin er góðkendur, verður hann kunngjørdur. Samsýningin fyri stýrisarbeiðið er 2.000 kr. um mánaðin.
Umboð teirra lesandi í stýrinum kann krevja at fáa mál sett á fundarskránna, harumframt fær viðkomandi m.a. ávirkan á langtíðar virksemi og menning Setursins.
Fýra regluligir stýrisfundir eru um árið.
Elektronisk val
Valið verður skipað elektroniskt. Nærri kunning um, hvussu elektroniska valið fer fram, er at fáa, tá vallistin er klárur.
Hvør hevur valrætt?
Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað við Setrið tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, hava valrætt og eru valbær.
Um stýrið
Stýrið er evsti myndugleiki Fróðskaparsetur Føroya og hevur ábyrgdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri fýra ár í senn, tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn.
Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.
Mannagongdin fyri vali av lesandi til stýrið er at finna HER.