Masterritgerð

Masterútbúgvingin í løgfrøði endar við eini masterritgerð, sum verður skrivað á fjórðu 4. lestrarhálvu, og sum telur 30 ECTS. Ritgerðin má sýna løgfrøðiliga fatan á høgum stigi. Ritgerðin verður skrivað í einum sjálvvaldum evni, sum helst skal liggja innanfyri tey evni, sum undirvíst hevur verið í á bachelor-  og masterútbúgvingini. Fyri at stuðla teimum lesandi í fyrireikingini til masterritgerðina verður skipað fyri ritgerðarseminari  á 3. lestrarhálvu.  Ritgerðin verður skrivað undir vegleiðing av vegleiðara, sum útbúgvingarleiðarin hevur góðkent. Masterritgerðin í løgfrøði er einstaklingsaavrik, og hvør lesandi fær bjóðað í alt 10 tímar vegleiðing. Masterritgerðin skal í mesta lagi vera 60 síður (144.000 tekn, íroknað millumrúm og fótodnotur). Ritgerðin verður vanliga skrivað á føroyskum við enskum samandrátti. Ritgerðin verður próvdømd uttan munnliga verju.

Nærri kunning um og krøv til masterritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.