Starvslæran
Á 6. lestrarhálvu skulu lesandi í starvslæru, sum telur 30 ECTS stig. Endamálið við starvslæruni er at víðka arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi, umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað. Lesandi verða eggjað til sjálvi at seta seg í samband við viðkomandi stovnar, fyritøkur, o.a. Tað eru eiongi serstøk krøv hesum viðvíkjandi, so um tann lesandi hevur ringt við sjálv-/ur at finna starvslærupláss, so er møguligt at fáa hjálp frá útbúgvingarleiðara og undirvísarum. Lesandi fara í starvslæru einsæris og ikki í bóki. Starvslæran varir í umleið 20 vikur.
Útbúgvingarleiðari, saman við øðrum undirvísarum á útbúgvingini skulu góðkenna starvslæruplássið, og møguleiki er fyri at taka starvslæruna uttanlandsa, men her verður viðmælt at byrja í góðari tíð við at søkja um og fáa góðkent starvslæruapláss, tí hetta kann taka longri tíð at fáa góðkent.
Lesandi kunnu fara í starvslæru á almennum stovnum og privatum fyritøkum – dømi um starvslærupláss, sum fyrrverandi lesandi hava verið á, eru: SEV, Umhvørvisstovan, Landsverk, SPENN, ov.a.m. Starvslæran endar við eini starvslæruuppgávu, har tann lesandi reflekterar yvir starvslærutíðina og vísir á arbeiðsførleikar, sum tann lesandi hevur ognað sær gjøgnum starvslæruruna.
Í starvslæruni verða tey lesandi knýtt at einum innanhýsis vegleiðara á Setrinum og einum fakligum vegleiðara á starvslæruplássinum, og áðrenn starvslæran byrjar, skulu allir partar undirskrivað starvslærusáttmála, t.e. – vegleiðari á Setrinum, vegleiðari á starvslærustaðnum og starvslærulesandi. Uppgávan skal ikki verjast, men bert latast inn sum skrivlig uppgáva, sumog verður próvdømd sum staðin/ikki staðin